Hondbóltur
Tað var neyvan nakað annað í væntu, enn at Neistin skuldi vinna ein tryggan sigur á Kyndli sunnudagin. Hóast tað eru nøkur ár síðani seinasta meistaraheitið, so plagar Neistin at spæla við um heiðursmerkini, samstundis sum Kyndil hevur havt ein stóran niðurtúr á kvinnusíðuni seinnu árini.
Eitt skifti ljóðaði enntá, at Kyndil fór at taka liðið úr kappingini, men so galið tykist tað nú als ikki at vera.
Bitu frá sær
Kyndil gav enntá Neistanum ein lítlan hvøkk fyrstu løtuna av dystinum. Á liðnum í ár eru onkrar av teimum, sum áður hava tikið nógv tøk fyri felagið, og nú gjørdu Anja Midjord, Súsanna Hansen og Lotte Sørensen sítt til, at talan ikki gjørdist um nakran walk-over hjá Neistanum.
Okkurt skifti var Kyndil enntá á odda, men móti endanum av fyrra hálvleiki eydnaðist tó Neistanum at toga seg framum.
Og tó at Kyndil í seinna hálvleiki royndi at toga seg framat Neistanum, so eydnaðist hetta ongantíð heilt. Eitt skifti varð munurin minkaður í fýra mál, men so tók Neistin dik á seg seinastu 10 minuttirnar, soleiðis at talan samanlagt gjørdist um ein tryggan sigur.
Kyndil kann kanska
Neistin vísti tað so ikki í hesum dystinum, men tað tykist sanníkt, at tær væl kunnu fara at leggja seg út í heiðursmerkjastríðið aftur í ár. Sum vant, so verður aftur í ár roynt at seta nýggjar leikarar við, men hartil hevur liðið í ár eisini nakrar leikarar, ið veruliga hava royndir, so tað munar. Eitt nú var Inga Dahl aftur at síggja á vøllinum, eins og Kára á Dunga og Helena Dam Poulsen hava sín stóra týdning fyri liðið.
Tað sama hevur Ása Dam á Neystabø skjótt eisini fingið, og lærir hon at stýra sínum ídni eitt lítið sindur betri, kann hon gerast ein av teimum heilt spennandi leikarunum í landinum.
Hjá Kyndli verður talan helst ikki um heiðursmerki í ár, men tað verður nokk heldur ikki um sama leiklut niðast á botninum, sum tað annars hevur verið lagt upp til.
Við Guðrun á Lágabø hevur liðið fingið ein kompetentan avloysara í málinum, og megna tær royndu at toga spælið hjá minni royndu eitt sindur upp, so skal tað als ikki koma óvart á nakran, um tær grønu megna at spæla seg til eitt ella tvey óvæntað úrslit í ár.
Fakta um dystin
Neistin-Kyndil 28-19 (12-9)
Málskjúttar
Neistin: Simona Petersen 10(2), Lív Sørensen 5, Ása Dam á Neystabø 5, Annika Thomsen 3, Marjun Tróndarson 3, Lív Reynheim 2
Kyndil: Randi S. Wardum 7, Lotte Sørensen 5(2), Linda Weihe 4(1), Súsanna Petersen 2, Súsanna K. Hansen 1
Brotskøst: Neistin 5, Kyndil 7
Útvísingar: Neistin 3
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen. Høvdu ikki stórvegis av trupulleikar av at stýra ferðfátæka dystinum.