VERKFALL
Í síðstu útgávu av Sosialinum umrøddu við semjuna á privata arbeiðsmarknaðinum. Vit settu eisini nøkur tøl í blaðið, men tíðanverri er ymisk tøl, sum ikki samsvara, komin í blaðið. Tískil seta vit hesi í av nýggjum.
Tølini siga okkum so mikið, at nýggi sáttmálin gevur eina lønarhækkan áljóðandi 9,33%, t.e. vøksturin av tímalønini í gamla sáttmálnum í mun til frá 1. mai 2004.
Men seta vit hetta upp ímóti semingsuppskotinum, ið skilti partarnir, áðrenn verkfallið byrjaði 8. mai, so hava arbeiðarafeløgini sum so ikki vunnið so nógv.
Ùtrokningar vísa nevnliliga, at ? roknað útfrá grundlønini einans ? at seminigsuppskotið, og harvið eingin missur orsakað av verkfalli, hevði givið 8.304,7 kr. meira í løn yvir tvey ár. Ì hesum verða verkfalspengarnir ikki roknaðir við. Siga vit, at verkfallið vardi í seytjan dagar, so skuldi verkfallið givið 10.146,7 kr., og sostatt einki hall. Hetta er peningur limirnir hava goldið inn av skattaðu løn sínari, og sum teir nú fáa út, og aftur skulu gjalda skatt av.
Útrokningar eru gjørdar útfrá grundløn einans ? við ongum viðbótum ella aðrar meirinntøku.
Roknað verður við 250 arbeiðsdøgum um árið minus 25 frídagar, og harvið 225 arbeiðsdagar í alt. Gingið verður útfrá, at fólk nýta allar sínar 25 frídagar í hesum sáttmálaárinum og komandi sáttmálaári. Hetta tal kann tilsavarandi verkfallinum vera tveir dagar minni, og harvið veksur inntøka og tapið minkar tilsvarandi.
Gamli sáttmálin
Tímaløn92,20
Frítíðarløn11,06
Eftirløn3,32
Útgoldin tímaløn106,58
Dagsløn852,67
Vikuløn4.263,33
Ársløn191.849,76
Sáttmáli 1. árið
Tímaløn96,50
Frítíðarløn11,58
Eftirløn3,47
Útgoldin tímaløn111,55
Dagsløn892,43
Vikuløn4.462,16
Ársløn185.625,86*
Sáttmáli 2. árið
Tímaløn100,80
Frítíðarløn12,10
Eftirløn3,63
Útgoldin tímaløn116,52
Dagsløn932,20
Vikuløn4.660,99
Ársløn209.744,64
*Frádrigið dagar í verkfalli
Samlaði lønarvøksturin9,33%