Tølini talaðu fyri seg

Meðan HB so at siga fekk fulla úrtøku, tá ið teir í fyrra umfarinum høvdu brúk fyri tí, megnaði heimaliðið ikki at spæla seg til nakran møguleika

Tað var botnur ímóti toppi. B68, sum er á veg í 2. deild, hevði vitjan av HB, sum er á veg ímóti meistaraskapinum. Tað sást væl, hvør var á veg hvønn vegin. Í 1. hálvleiki megnaði B68 ongantíð at hótta HB málið. Bárður Johannesen var púra arbeiðsleysur tey fyrru trý korterini.
Eitt korter var farið, áðrenn HB fekk hol á. Tað var ikki tí, at teir ikki høvdu verið í nánd av B68 málinum. Fleiri innlegg og hornaspørk vóru komin innfyri úr høgru, og tað var fleiri ferðir nær við og næstan, áðrenn tað eydnaðist.
Fyrsta korterið, áðrenn hol var komið á, tóktist tað sum um, at HB, sum annars hevði alt at siga, í verjupartinum stressaði seg sjálvt í so nógv. Í staðin fyri at spæla úr verjuni og umvegis miðvøllin og í álopið, varð ofta sparkað langt og høgt. Alt ov ofta tá ið hugsað verður um, at HB miðvøllurin er mannaður við so frægum bóltspælarum sum Rúna Nolsøe, sum Jóhan Petur Poulsen tóktist hava fingið sum uppgávu at renna aftaná, og Kára Nielsen sentralt og Jákupi á Borg og Heðini á Lakjuni í borðunum.
Men HB hevði størri tyngd og breidd, og tað var bara ein spurningur um, nær hol fór at koma á, og harnæst hvussu stórur sigurin fór at verða. Hallur Danielsen og ikki minst vikarurin í vinstra verjuborði, Rasmus Nolsøe, luttóku væl í uppspælinum, og Jan C. Dam vísti enn eina ferð, at hann er styrkur undir liðini á Símuni Eliasen.
B68 gjørdi sær ikki lívið lættari. Teir høvdu ilt við at fáa bóltin at ferðast millum sín fleiri ferðir, og serliga útlendsku spælararnir tóktust als ikki vera til reiðar til so stóra uppgávu. Oftast snúði tað seg hjá teimum mest um at vita, um nú dómarin fór at geva teimum fríspark.
Heðin á Lakjuni hevði nógv pláss at spæla á, og hann var upphavið til fyrsta málið. B68 misti á miðstrikuni og heilt í høgra borði. Heðin streyk avstað, legði innfyri, og bólturin fór út í hinum borðinum. Jákup á Borg legði innfyri,og brádliga stóð Heðin á Lakjuni leysur mitt fyri, tamdi og smekkaði í málið.
Tá var eitt korter farið, og tveir minuttir seinni varð 2-0. Heine Fernandez er snildur og royndur revur. Hann fór um koll, dómarin bríkslaði fyri ryggskumpi, og Rógvi Jacobsen, sum tykist ætla sær at verða toppskjútti, áðrenn hann fer til Íslands, smekkaði í málið.
So gekk tað sum eftir ánni hjá HB, sum støðugt helt til á helvtini hjá heimaliðnum. Jákup á Borg spældi seg sjálvan leysan við hælinum, áðrenn hann smekkaði í stólpan, og Heðin, Heine og Rógvi vóru eisini framvið.
Lítlu løtuna undan steðginum varð greitt, at talan fór at verða um stórsigur. Fyrst gav B68 miðverjan Jákupi á Borg bóltin, og hann takkaði fyri, og so var Rógvi Jacobsen hægstur og stútaði til 4-0.
Eftir steðgin vóru HB menninir ikki so konsentreraðir. Skipanin av liðnum fór eitt sindur av lagi. Ov nógvir vóru ov langt frammi, og ov nógvir hugsaðu ov nógv um at klatra upp eftir skjúttaralistanum. Heðin á Lakjuni fekk einasta málið, tá ið lítil løta var farin. Heðin, Heine, Rógvi og Jákup høvdu møguleikar, men tað komu ikki fleiri mál. Fleiri ferðir vóru HBarnir yvirmannaðir undir B68 málinum, men innleggini hjá Jákupi á Borg vóru ikki so neyv, sum tey plaga at vera.

Føroyska loysnin
Trygvi Mortensen gjørdi tvær skiftingar í steðginum. Toftamenn komu á vøllin fyri útlendskar spælarar, onkrar rokeringar vórðu framdar í uppstillingini, og tað royndist nógv betur, enn tað hevði gjørt í fyrra umfarinum.
Tað kann sjálvandi eisini hava við tað at gera, at HB liðið ikki var so savnað um uppgávuna eftir steðgin, sum teir høvdu verið undan steðginum. Men tað var eingin ivi um, at toftaliðið vísti betri hugburð, enn tað frammanundan hevði gjørt. At halda tørn um henda hugburðin fer neyvan at bjarga plássinum í bestu deildini, men fyri framtíðina eigur hann at vera týdningarmikil. Veteranarnir Øssur Hansen og Jákup Eli Olsen royndu at skumpa undir, Øssur Jacobsen arbeiddi nógv, og Kristian Anton Andreassen var óførur.
Men B68 kundi einki gera við HB. Tølini siga frá, at tað var toppur ímóti botninum.

B68-HB 0-5 (0-4)
0-1: Heðin á Lakjuni 15.
0-2: Rógvi Jacobsen br 18.
0-3: Jákup á Borg 41.
0-4: Rógvi Jacobsen 42.
0-5: Heðin á Lakjuni 56.
Dómari: Jens Petur Brattalíð
B68: Meinhardt Joensen - Ronni Svalbard, Bogi Petersen, Kári Sigvardsen, Jákup Eli Olsen - Morilo (Øssur Jacobsen, 46.), Jóhan Petur Poulsen, Eyðstein Skipanes, Øssur Hansen - Stanislaw Stankhov, Anderson (Kristian Anton Andreassen, 46.)
Gult kort: Ronni Svalbard, Øssur Hansen
HB: Bárður Johannesen - Hallur Danielsen, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Rasmus Nolsøe - Jákup á Borg, Rúni Nolsøe, Kári Nielsen, Heðin á Lakjuni - Heine Fernandez, Rógvi Jacobsen
Gult kort: eingin