Tálma niðurgongdini í búskapinum

Løgtingið fer fyrst í komandi viku at samtykkja bankapakka II. Sostatt hevur løgtingið gjørt tað, sum í núverandi støðu kann gerast, fyri at fáa støðug viðurskifti innan okkara fíggjarkervi

Tað sum stendur eftir er at viðgera og taka støðu til, um onnur tiltøk eru neyðug fyri at steðga niðurgongdini í búskapinum, og hvørji tiltøk talan kann verða um.

Javnaðarflokkurin hevur ta støðu, at hetta er ein spurningur, ið tað er sera átroðkandi at viðgera. Vit mugu ikki loypa framav, men fáa greiðu á, hvør er trupulleikin, hvussu skal hann loysast, og nær er rætta løtan.

 

Búskaparstøðan

Vit hava ávísar trupulleikar í fiskivinnuni bæði á sjógvi og landið. Kósavirkið er stongt, onnur virkir hava trupulleikar við útflutningstrygdini. Avreiðingarvirðið í 2008 var tað minsta í 10 ár. Arbeiðsloysið er vaksandi, kommununnar gera færri íløgur, og spurningurin er, hvussu stóran virknað íløguætlanin hjá landinum ferð at fáa á búskapin.

Hesi viðurskifti, meta vit, gera tað neyðugt at fara undir eina tilgongd, har støða verður tikin til, um vit politiskt eiga at seta nøkur eyka tiltøk í verk, fyri at forða fyri at samfelagshjólini fara ov langt niður í ferð, ella steðga heilt upp.

 

Íløgurnar á fíggjarlógini

Samtykta íløguætlanin á fíggjarlógini fyri 2009 er 234 mió. Hetta er ikki nakað stórt tal. Avgerandi spurningurin er, um hesir pengar viðføra eitt virksemið kring landið, ið kann mótvirka niðurgongdina í búskapinum.

Av hesum íløgum eru góðar 92,5 mió settar av til vegir, havnir og tunlar. Spurningurin er, hvussu stórur partur av hesi upphædd útloysir arbeiði av týdningi í ár, tí verkætlanninar ikki eru klárar at seta í verk. Eisini innan onnur øki er peningur settur av til verkætlannir, ið neyvan byrja í ár.

 

Hvat kan gerast fyri at byrgja upp fyri arbeiðsloysi

Verður komið til ta niðurstøðu, at tiltøk mugu fremjast, fyri at fyribyrgja ov stórum arbeiðsloysi, er alneyðugt, at tað vera tey røttu tiltøkini, ið verða framd.

Javnaðarflokkurin metir, at í minsta lagi hesar meginreglur, skulu havast í huga, tá ið støða skal takast til møgulig tiltøk:

íløgur, ið kunnu geva vinnuligan vøkstur av sær.

Íløgur, ið verja umhvørvið

Íløgur, ið nøkta ein veruligan tørv

íløgur, ið framtíðartryggja samfelagið

 

Tiltøk ið kunnu fremjast

Vit eiga at endurskoða og møguliga hækka íløguætlænina hjá landinum.

Vit kundu framskundað íløgur, ið skapa forteytir fyri gransking, sum eitt nú ílegusavnið. Henda íløga skapar eisini fortreytir fyri vinnugransking, ið kundi kastað nakað av sær.

Vit kundu sett pening av í Bjálvingargrunnin, so eisini sethús kunnu verða bjálvað betur og broytt lógina, so hon umfatar øll sethús.

Vit kundu økt játtanina til bygging av røktarheimum og nøkta tørvin skjótari enn í dag.

Vit kundu skapt møguleikar fyri umskúling/eftirútbúgving av arbeiðsfólki. Til dømis lagt dent á at nøkta tørvin av røktarstarvsfólki, ið bara økist komandi árini.

Soleiðis eiga vit, innan ein størri niðurgongd í búskapinum verður verðuleiki, leggja okkum eftir at gera nakað við hesa gongd, og byrgja upp fyri niðurgongdini í búskapinum. Javnaðarflokkurin er til reiðar at fara undir hesa tilgongd.