Ta_ plagar at ganga skjótt og væl vi_ kappró_rinum á Ólavsøku, og ta_ er eingin orsøk at rokna vi_, at ta_ ver_ur ø_rvísi hesa fer_. Ta_ ver_ur ró_ so at siga á dey_avatni, og rógvararnir eru allir í gó_ari venjing - eisini til at lurta eftir og taka til eftirtektar ta_, sum startdómararnir og høvu_sdómararnir hava at siga. Hóast ta_ er tætt og stutt ímillum bátarnar, so eiga st_rimenninir nú eisini at vera í so miki_ gó_ari venjing, at teir megna at halda tunguna mitt í munninum og bátin til tann geiran, sum teimum er tilluta_ur at rógva á.
Og eingin vandi er fyri, at fasti starturin ikki skal ver_a brúktur. Sum ta_ var_ sagt í bla_num í gjár, so hava teir í Havnar Ró_rarfelag nú lagt fasta startin út undir Argjahøvda, har hann er festur inn á land. Tí ver_ur ta_ líka miki_, um hann ver_ur høgur ella lágur í ættini og um vindurin ver_ur meiri ella minni ella ta_ kanska og vónandi ver_ur stilli. Fasti starturin á Argjahøvda fer ongan veg.
Nú hevur Havnar Ró_rarfelag bo_a_ hinum ró_rarfeløgunum frá, hvussu nógvir eykaró_rar fara at vera hesa fer_. Umframt teir seks FM ró_rarnar og ivaleyst tveir barnaró_rar, sum Ró_rarsambandi_ tekur sær av, so fer Havnar Ró_rarfelag at skipa fyri f_ra eykaró_rum.
Ta_ er ein ógvuliga gomul si_venja, at gomul 6-mannafør rógva á Ólavsøku. Falkurin úr Hósvík, Greivin av Signabø og Smiril úr Vági hava havt manga har_a kapping á Havnarvág, og ta_ er aftur møguleiki fyri hesum í ár.
Ta_ hevur eisini nógvu tey seinastu árini veri_ vanligt, at old boys og old girls hava ró_, og solei_is ver_ur ta_ eisini hesa fer_. Old boys ró_ur ver_ur vi_ 8-mannaførum og 10-mannaførum, og old girls ró_ur ver_ur vi_ 5-mannaførum. Havnar Ró_rarfelag sigur, at ta_ skal bo_ast frá luttøku í old girls og old boys ró_runum og ró_rinum millum gomul 6-mannafør í seinasta lagi_ sunnudagin 25. juli. Bo_ast kann frá á telefon 218484 ella 210050.
Havnar Ró_rarfelag skipar fyri døgur_abor_i í neystinum á middegi Ólavsøkuaftan. Manningar, sum ætla at taka av hesum tilbo_num, skulu bo_a frá í seinasta lagi_ mánadagin 26. juli. Tær skulu bo_a frá á telefon 218484.
Nógv steyp eru, um ta_ ber til at siga ta_ solei_is, í umfari í sambandi vi_ kappró_urin á Ólavsøku. Umframt ognarsteypini so skulu fer_asteypini handast eftir kappró_urin. Fyrsta treytin fyri at fer_asteypini kunnu handast er, at tey eru tøk. Tí er ney_ugt, at tey, sum sí_ani á Ólavsøku í fjør hava havt fer_asteyp í var_veitslu, sum tey ikki hava vunni_ til ognar, syrgja fyri at lata tey innaftur. Hetta skal gerast í seinasta lagi_ t_sdagin 27. juli, ver_ur sagt í skrivi frá Havnar Ró_rarfelag og til kappró_rarfeløgini.