Tólv listafólk søkt um starvsløn

Fyri fyrstu ferð verður starvsløn í seks mánaðir latin virknum føroyskum listafólki

Týsdagin var freistin hjá listafólki úti at søkja landsstýrið um starvsløn. Á løgtingslógini fyri í ár eru 100.000 krónur játtaðar til starvsløn í seks mánaðir. Starvslønin verður latin listafólki, sum virkar innan skaldskap, myndlist, leiklist, tónlist ella aðra list.

Seinnapartin týsdagin vóru 12 umsóknir komnar Mentamáladeildini í Undirvísingar- og mentamálastýrinum í hendi, og hesi umboða allar nevndu listagreinir.

Tað verður ikki ein og hvør, sum kann koma uppá tal at fáa hesa starvslønina. Umsøkjarin skal vísa til verk á høgum listaligum støði.

- Vit krevja, at umsøkjarin skal vísa til verk av dygd. Hinvegin krevja vit ikki av viðkomandi, ið fær starvslønina, at peningurin verður brúktur til liðuggerð. Tað er ómenniskjansligt og leggur ov stórt trýst á listafólkið, sigur Jeanette Blaasvær, skrivstovufulltrúi á Mentamáladeildini í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.


Heiðursgávunevndin

Tað er av kontoini Heiðursgávur til mentafólk á fíggjarløgtingslógini, at peningurin verður latin. Endamálið við játtanini er at heiðra listafólk. Talan er um 12 fólk, sum fáa 20.000 krónur í part. Tað, sum eftir er av játtanini 260.000 krónur, fer til at heiðra virkin listafólk, sum við avrikum sínum ríka føroyska mentan við skaldskapi, myndlist, leiklist, tónlist ella aðrari list. Mentanarvirðisløn Landsins, ið á fyrsta sinni var latin í fjør, fer av somu konto.

Tilmæli til heiðursgávurnar og Mentanarvirðisløn Landsins verður gjørt av nevnd, ið umboðar føroysk listafólk og Mentamáladeildina í Undirvísingar- og mentamálstýrinum. Landsstýrismaðurin í mentamálum ger av, hvør eigur at fáa starvslønina. Í nevndini sita fyri Mentamáladeildina Jeanette Blaasvær, ið er forkvinna, og umboðini fyri listafólkini eru Malan Marnersdóttir, Malan Johannesen, Martin Restorff Jacobsen og Bárður Jákupsson.

Nevndin hevur fund seinast í hesum mánaðinum. Gongst sum ætlað, verður tilmæli um, hvør fær starvslønina gjørt miðskeiðis í juni ella í seinasta lagi beint eftir summarfrítíðina. Síðani skal landsstýrismaðurin taka avgerðina.