Seinasta umfarið í EM undankappingni er spælt í kvøld og nú er greitt hvørji tey tólv londini eru, ið sleppa beinleiðis til EM endaspælið í Ukreina og Póllandi, og hvørji tey átta eru, sum skulu berjast um fýra tey seinastu atgongumerkini.
Fyrstu londini at fáa pláss í EM endaspælinum komandi summar vóru Ukreina og Pólland. Tey eru vertir fyri kappingini og sleppa sostatt at luttaka í endaspælinum.
Undan umfarinum í kvøld var greitt, at Týskland, Spania, Ongland, Italia og Holland hava vunnið seg víðari sum vinnara av sínum bólkum. Eftir umfarið í kvøld er eisini greitt, at Russland, Grikkaland, Frakland og Danmark vinna sínar bólkur. Við sigrinum á Hollandi gjørdist Svøríki besti 2arin og kemur somuleiðis beinleiðis víðari til endaspælið.
Tey átta londini , ið skulu berjast um fýra tey seinastu atgongumerkini eru, Portugal, Koratia, Írland, Bosnia, Tjekkia, Turkaland, Montenegro og Estland. Lutakastið verður hósdagin um hvør skal møta hvørjum.
Vertir: Ukreina og Pólland
Bólkavinnarar: Týskland, Russland, Italia, Frakland, Holland, Grikkaland, Ongland, Danmark og Spania.
Besti 2ari: Svøríki(Beinleiðis til endaspælið)
Tey, ið skulu spæla um at koma víðari: Portugal, Koratia, Írland, Bosnia, Tjekkia, Turkaland, Montenegro og Estland
(www.uefa.com)