Fyrsti partur av tónleikarunum til ?Pavilion Junior? er nú almannakunngjørdur.
Pavilion Junior er pallurin fyri øllum teimum nýggju, lovandu nordisku nøvnunum. Hesir bólkar fara at spæla frá 29. juni ? 3. juli:
Beta Satan (DK) spæla harðligan popptónleik og fleiri limir í bólkinum stava úr Tiger Tunes
Casiokids (N) blanda barnsligan keyboard-popp við saksofonir og afrikansk hugløg. Bólkurin er tann norski, manglandi liðurin millum Efterklang og Alphabeat
Frednukes (DK) levera enskt hiphop við flow, sum bergtekur áskoðararnar
Jong Pang (DK) spæla eksperimenterandi popptónleik og bólkurin sigur seg hava íblástur frá bæði amerikanskari minimalismu, indiskari duldarspeki og LCD Soundsystem
Press Plan on Tape (DK) eru seks Commodore 64-fjepparir frá Datalogisk Institut í Keypmannahavn, sum saman samanspæla ljóðspor
Riffelsyndikatet (DK) geva kinnhøgg út við teirra stuttligu donsku protestrokki
The River Phoenix (DK) spæla melodiskan stálrokk til eina breiðari áskoðarafjøld og bólkurin verður samanborin við stórar danskar hittbólkar sum The Kissaway Trail og Mew
Rumble in Rhodos (N) fara at seta gongd í festivalveitsluna við orku og ágrýtni teirra. Teir blanda indie og post-hardcore við einum harðligum úrsliti
Rumskib (DK) levera ein sterkan rokktónleik, ið kann samanberast við My Bloody Valentine og Cocteau Twins
Slagsmälsklubben (S) koma á Roskilde fyri at vísa fram teirra instrumentalu melodisku elektroboblur við skeivum hugskotum
When Saints go Machine (DK) eru við at gera egna sermerki teirra, sum man kundi ímynda sær, at tað hevði sæð út, um Oh no Ono fór at innspæla við Timbaland og Justice