Nógv færri fólk hava gist á hotellunum í Keypmannahavn higartil í ár enn somu tíð í fjør Hotellini í Keypmannahavn kenna av álvara sviðan av altjóða fíggjarkreppuni. Minni enn 50 prosent av seingjarplássinum verður brúkt, og tað hendir, samstundis sum býurin fær 30 prosent fleiri hotellsengur tey bæði næstu árini.
Formaðurin í hotellfelagnum í Keypmannahavn, Allan Agerholm, sigur, at inntøkurnar hjá hotellunum eru 20 prosent minni higartil í ár enn um somu tíð í fjør. Tað merkir, at umsetningurin er einar 750 milliónir krónur minni, sigur hann.
Allan Agerholm sigur, at tað stóra inntøkufallið sæst kortini ikki so væl aftur á niðastu reglu í roknskapinum, tí eitt væl rikið hotell dugir at laga útreiðslurnar eftir inntøkunum.