Í einum av sínum mongu bókum skrivar tann heimskendi vísundamaður og lækni Albert Schweitzer: »?uden at Sandheden tager skade«. Eg haldi, at tygum ikki bert eru komin at markinum, men er farin yvir um, so at Sandheden tager skade.
Yvirskriftin er henda løgna: »Mótmælisfólkini hava mist jørðforbindilsið«. Nei og aftur nei. Eg havi hvørki mist jørðforbindilsið ella forbindilsið við halgu bók. Men standa tygum aftanfyri tað, sum stendur í hesari grein, so hava tygum víst, at tygum hava mist forbindilsið við halgu bók. Tað er syndarligt, tá ein formaður í einum kirkjuráði, hevur gjørt hetta.
Greinin byrjar soleiðis: »Tey, ið hava sent mótmælisskrivið megu vera í ørviti. Tey hava púra mist jørðforbindilsið?« Nei, eg haldi meg ikki vera í ørviti; men hvussu er við tygum sjálvum, sum kann koma við so nógvum slutri og ljótum skuldsetingum??
Í brotinum: »Ið stríðir móti kristnu læruni«, skriva tygum: »Tað er fleiri ferðir komið fyri, at Olofson og aðrir prestar hava noktað skildum at giftast uppaftur. Somuleiðis er tað komið fyri, at prestur hevur noktað, at doypa børn hjá foreldrum, ið ikki eru gift«.
Hetta petti fellur í tveir partar. Tann seinri parturin er: »prestur hevur noktað at doypa børn«. Prestur her stendur í eintali, meðan børnini standa í fleirtali. Hvør er hesin prestur, og hvørji eru hesi børn. Hetta er ein sera grov skuldseting, og tygum, sum tosað um kristna siðalæru, hava skyldu, at koma út við hvør presturin er, og hvørji børnini eru. Tí annars synda tygum grovliga móti 8. boð:
Du må ikke sige falsk vidnesbyrd imod din næste.
Det er: Vi skal elske og frygte Gud, så at vi ikke lyver vor næste noget på, ikke forråder ham, bagtaler ham eller påfører ham ondt rygte?«
Hin parturin viðvíkir tí, ikki at vilja gifta fráskild. Ein maður, sum so ráðisliga letur skriva í Sosialinum, hann mátti vita, hvat halga bók sigur hesum viðvíkjandi. Men tað er ikki eftir Bíbliuni tygum ganga, men tygara privatu meiningum. Og tær eru væl eingin áhugaður at lurta eftir.
Hetta við hjúnarskilnaði er so nágreinliga skrivað um í halgu bók, at um so er, at tygum lesa nakað í henni, so vita tygum, hvat rætt er. Nú eg siti og hugsi um hetta mál, rennur mær í huga, hvat Kaj Munk sigur í lestrabók síni Ved Babylons Floder annan sunnudag eftir trinitatis:
Naar Hr. Hansen har levet sammen med Fru Hansen i 23 Aar, saa kommer pludselig den store Kærlighed. Og forlanger sig hensynsløst respekteret. Borte er de 23 Aar, borte er Hjemmet, er Børnene, er Selvrespekten, er Hensynet til Loftet for selve Herrens Alter. Altid findes der en Pjattepræst, der er rede til at gøre sin egen Helligdom til Grin ved af Hr. Hansen, saa ofte denne finder det formaalstjenligt, at være Aftager af Løfte om evig Troskab med en ny Partner foran den samme i Herres Alter. Og nu er Hr. Hansen kommen i Gang. Hvem ved, om ikke, hvis han har Raad til det, den store Kærlighed til den eneste kan indfinde sig en tredie og maaske en fjerde Gang. Og Præsten er der stadig og er medgørlig og tjenstvillig og gør Nar af baade Livet og Døden og Evigheden. Hvad har vi for Resten opfundet den borgerlige Ægteforening til, om ikke til slige Tilfælde?
Eisini skriva tygum: »Tað ber ikki til, at ávísir prestar skulu fáa serloyvi, at prædika eitt og aðrir annað«. Ja, men hetta er tað, ið tit sum meinigheitsráð geva ávísum persónum. So mikið vita tit, at kirkjan í 1900 ár helt fast um læruna, at kvinnan ikki skuldi verða prestur. Men so kom eitt gudleyst stýri í Danmark í 1947, og trýsti hetta inn á kirkjuna, ímóti stórari mótstøðu frá bispum og prestum. Men gakk, guðloysingarnir vunnu.
Olofsson stendur ikki einsamallur uppá tað gomlu læruna. Hann hevur fleiri viðhaldsmenn og fólk í fólkakirkjuni. Millum tær kirkjur, sum halda fast um gomlu læru, er tann rómversk-katólska og tann grisk-ortodoksa og fleiri aðrar. Nú er tað ein gomul: Kristenhetens trosbekjennelser og kirkesanfunn av Einar Molland. Hon er frá 1961, har stendur, at tann rómverska kirkjan hevur um 692 milliónir limir. Men, hetta er, sum sagt gomul tøl. Minnist meg rætt, so las eg um dagarnar, at í dag hevur hon um 800 milliónir limir, og tann grisk-ortodoksa hevur 135 milliónir, og so eru fleiri aðrar kirkjur og samkomur, sum hava somu hugsan, sum sóknarprestur tykkara.
Lestrabókina komi eg aftur til eina aðru ferð.
Í greinini skriva tygum: »?uttan iva fór hetta at skapa klovning í kirkjuni«. Nú veit eg ikki, hvat arbeiði tygum hava til dagligt. Men eftir hjálminum tygum bera á høvdinum, kundi tað líkt til, at tygum hava okkurt við grótarbeiði. Um so er, so munnu tygum, sum føroyingar flestir, kenna til at kíla grót sundur. Til hetta skal ein góður kíli, og so sláa dúgliga á hann. Og steinurin hann klovnar. Hetta sama, bara í meiri syndarligum høpi, er tað, sum tygum saman við meinigheitsráðnum norðuri í Elduvík gera. Haldi bara á og klovningur kemur í okkara aldargomlu kirkju.
Tygum enda brotið: »Stríðir móti kristnu læruni« »?beinleiðis stríða móti kristnu siðalæruni, ið byggir á náði og fyrigeving«. Hetta er beinleiðis ósatt. Tað er ikki sambært teirri kristnu siðalæruni, at skiljast frá konu ella manni sínum. Og hetta, at prestur hevur noktað at doypa børn, er beinleiðis lygn, inntil tygum bara prógvað, at so er. Heldur ikki byggir siðalæra okkara á náði og fyrigeving. Tygum loypa eitt sera týdningarmikið lið um, umvendingina. Uttan hana, so fær eingin fatur í náðini og fyrigevingini. Heldur ikki tygum við tí sinnalag, tygum hava víst.
Nú eri eg 76 ár, og havi eg lisið nakað, men meira rangsnúgvað enn hetta, sum tygum her skriva, haldi eg meg ikki hava lisið. Tygum brúka tvær ferðir orðið vamlisligt. Eg noyðist at siga, at hetta er - á tí kristna økinum - tað mest vamlisliga eg enn havi lisið.
Klaksvík, 14. apríl 1999
Henry Andreasen