Tú mást tola at verða avvístur

Seinastu fýra árini hevur argjamaðurin Dánjal Rói Olsen livað sum yrkistónleikari í Australia og Onglandi. Síðani 2014 hevur hann búð í London.

Hann hevur spælt eitt ótal av konsertum serliga í Australia og Onglandi, men hevur eisini havt framførslur í Kina og Suðurafrika, og hann hevur innspælt nógvar sangir hesi árini. Lívið sum tónleikari kann vera sera spennandi og avbjóðandi, men tað er lítil trygd í vinnuni.

– Tað gongur nógv upp og niður, og tú veist ongantíð nakað við vissu. Tingini kunnu síggja sera ljós út, men so dettur tað niður fyri í seinastu løtu. Nógv fólk lova nógv, men levera lítið. Men tú mást fara eftir øllum kjansum, tí tað kann vera, at onkur teirra blívur til nakað. Hóast tú verður avvístur og vónbrotin við hvørt, mást tú ikki missa mótið, men fara víðari. Tú fært einki í hesari vinnuni, um tú ikki roynir og tekur kjansir, sigur Dánjal Rói Olsen.

Dánjal Rói skrivar og útgevur sangir, hann spælir nógvar konsertir, og á tann hátt vil hann stútt og støðugt taka fet rætta vegin.

– Alt kann henda so brádliga í tónleikavinnuni, men vit satsa ikki upp á teir skjótu vegirnar. Eg fokuseri upp á sangirnar, og og umboðsmaðurin tekur sær av tí handilsliga. Eg royni at koyra ein nýggjan sang út hvønn mánað, og á tann hátt spjaðir kunnleikin um mín tónleik seg spakuliga. Fólk hoyra onkran sang og fara at leita eftir fleiri, onkur dámar ein sang hjá mær og sigur øðrum frá. Vit verða sterkari og sterkari, og tá ið vit koma í eina betri støðu, kann tað verða, at vit fara at tosa við okkurt plátufelag aftur.

Longri samrøða við Dánjal Róa Olsen kann lesast í Sosialinum, sum kom út mánadagin.