- Um tú ongantíð hevur verið í dalinum, so fert tú heldur ongantíð at kenna hæddirnar. Orðini eigur Anna Háberg, sum fer at spæla á Summar Festivalinum. Hon kennir tað sum eina persónliga krevjandi uppgávu at syngja sangirnar á fyrstu útgávuni alment. Eina krevjandi uppgávu, sum hon tó ger við gleði
Anna Háberg hevur sungið á fleiri ymiskum gospelútgávum – eitt nú Bros og hjá MC Restorff – men í fjør gav hon umsíðir út sína egnu fløgu.
- Hetta er mín fyrsta fløga, og hon er mær sera persónlig og kensluborin. Eg má eisini siga, at tað fyri fyrstu ferð kostar mær nógv at standa á palli frammanfyri fólki og syngja hesar sangir, sum kensluliga lata meg so nógv úr, sigur Anna Háberg.
- Men eg gleði meg eisini sera nógv, og eg vóni at fólk taka tónleikin og tekstirnar til sín har, sum tey eru stødd í lívinum, sigur hon.
- Tey flestu kenna til at hava sorg, ótta, stúran og annað at stríðast við. Eg fari ikki at rocka eina heila fjøld av áhoyrarum, men eg vóni at fólk fara kensluliga at lata upp fyri, at tað er í lagi at hava tað, sum tey hava tað - og av mótgongd gerst tú sterkur. Um tú ongantíð hevur verið í dalinum, so fert tú heldur ongantíð at kenna hæddirnar, sigur hon.