Arbeiðsmarknaður
Nú skulu tímalønt hava líka góðan rætt sum fastlønt og onnur. Tað heldur javnaðarflokkurin.
Tí hevur flokkurin lagt uppskot fyri tingið um, at áleggja arbeiðsgevarum at geva hvørjum einstakum tímaløntum arbeiðsfólki eitt skriv við ymsum upplýsingum.
Uppskotið hevur verið til 1. viðgerð í tinginum, har undirtøkan var misjøvn og er nú beint í vinnunevndina til viðgerðar.
Gongur sum javnaðarflokkurin vil, skal arbeiðsgevari, í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at hann hevur sett fólk í arbeiði, har arbeiðstíðin kann væntast at vera minst 16 tímar í miðal um vikuna, og starvstíðin minst verður tveir mánaðir, geva geva løntakaranum skrivligar upplýsingar um nøkur grundleggjandi viðurskifti.
Hevur løntakari ikki eina miðalarbeiðstíð, sum er meira enn 16 tímar um vikuna, tá ið hann verður settur í starv, kemur hendan upplýsingarskyldan hjá arbeiðsgevarunum í gildi, tá ið løntakarin tær seinastu átta vikurnar hevur havt eina miðalarbeiðstíð um vikuna, sum er meira enn 16 tímar.
Upplýsingarnir, sum arbeiðsgevararnir eru bundnir at geva arbeiðsfólki, eru sett upp í 10 punktum.
1.Navn arbeiðsgevarans og løntakarans.
2. Upplýsingar um, hvar arbeiðsstaðið er, ella, um talan ikki er um fast arbeiðsstað, so upplýsingar
um, hvar arbeiðið í høvuðsheitum fer fram, og upplýsingar um, at løntakarin møguliga er starvsettur á ymiskum støðum, umframt høvuðsskrivstovu hjá arbeiðsgevara ella bústaði hansara.
3. Frágreiðing um arbeiði, starvsstøðu og møguliga starvsheiti løntakarans.
4. Nær starvsetanin tók við.
5. Hvussu leingi arbeiðið væntandi kemur at vara, um arbeiðið er tíðaravmarkað.
6. Rættindi løntakarans viðvíkjandi frítíð við løn og frítíðarískoyti.
7. Uppsagnarfreistir sum eru galdandi fyri arbeiðsgevara og løntakara.
8. Tann sáttmálaavtalaða ella millum partarnar avtalaða løn, sum løntakarin hevur rætt til, tá starvsetanin byrjar, umframt ískoyti, sum ikki er beinleiðis partur av lønini, t.d. eftirlønargjøld o.a. Harumframt skal arbeiðsgevarin upplýsa, nær lønin verður útgoldin.
9. Vanliga arbeiðstíðin hvønn dag ella hvørja viku.
10. Millumpartasáttmálar ella avtalur annars, ið eru galdandi fyri starvsetanina.
Skal løntakarin uttanlands at arbeiða í meiri enn tveir mánaðir, skal skjalið við upplýsingunum verða honum í hendi, áðrenn hann fer avstað.
Men harafturat skal tann, sum fer uttanlands, hava hesar upplýsingar:
1. Tíðarskeiðið, har arbeiðið verður gjørt uttanlands.
2. Gjaldoyra, sum lønin verður útgoldin í.
3. Møguligir fyrimunir í peningi ella á annan hátt, sum eru eitt lið í uppihaldinum uttanlands.
4. Treytir í smbandi við, at løntakarin kemur heimaftur.
5. Neyðugu váttanir arbeiðsgevarans í sambandi við arbeiði uttanlands.
Setast í gildi í ár
Javnaðarflokkurin ætlar, at lógin skal koma í gildi 1. meir í ár.
Flokkurin sigur, at lógin skal tryggja løntakarum eitt minstamark av upplýsingum og sostatt eisini veita honum eina betri trygd í starvsviðurskiftunum.
? Tað eru fleiri bólkar av løntakarum, sum longu við lógaráseting ella millumpartaavtalu í ávísan mun hava greiði á hesum viðurskiftum.
? Men í hesum førinum - sum í so nógvum øðrum - er tað tann størsti bólkurin á arbeiðsmarknaðinum, sum er serliga illa fyri, og sum so at kalla ongi rættindi hevur av tí slagnum, sum lógaruppskotið snýr seg um og tað eru tey tímaløntu, sigur javnaðarflokkurin.