Talv
Undan seinasta umfari býttu tríggir telvarar fyrsta plássið. Martin Poulsen, Ólavur Simonsen og føroyameistaran frá í fjør, Hans Kristian Simonsen. Flóvin Tór Næs var beint í hølunum við hálvum stigi færri. Avgerandi hólmgongurnar í seinasta umfari, vórðu hesar: Ólavur hevði hvíta fólkið móti Martini, Hans Kristian hevði hvítt móti yvirritaða, meðan Flóvin skuldi royna seg móti IM Sævar Bjarnason.
Framanundan varð mett av teimum flestu, telvarum og áskoðarum, at Hans Kristian hevði bestan møguleika fyri at minst ognað sær sæti í umdysti. Hann hevur góðar royndir av at leika móti Carl Eli - eitt nú vann hann móti sama mótstøðumanni í seinasta og avgerandi umfarinum í fjør FM - og hevði hann eisini hvíta fólkið. Fáur væntaði at Flóvin fór at røkka einum umdysti, tí so skuldi hini úrslitini fløska seg ómetaliga væl, samstundis sum hann skuldi vinna á Sævar, sum hevði havt eina góða kapping. Martin hevur seinastu árini havt gott tak á Ólavi, men orsakað av at hann skuldi stýra svarta herinum, javnvigaði nøkunlunda kjansirnar í tí talvinum.
Ótrúlig vend
Tá talvini øll vóru komin inn í triða tíman, høvdu bæði Ólavur og Hans Kristian góðar støður, umframt materilistiskan yvirvág. Flóvin stóð væl verri, men hevði møguliga okkurt mótálop í skjáttuni.
Við eitt, og at kalla í somu stund, hendi óvæntaðar og avgerandi hendingar í øllum trimum talvunum. Til stórt spell fyri Ólavur, gav hann í endatalvinum, við tveimum meirfinnum, eina finnu ókeypis til Martin. Martin takkaði fyri gávuna, og fekk tryggjað sær javnleikin.
Flóvin hevði ørkymlað íslendaran somikið við kontraálopi sínum, at íslendarin mátti geva skarvin yvir. Carl Eli útnyttaði eini tveir feilir hjá Hans Kristiani, sum stutt framanundan hevði vinnandi leik, og vann lættliga endatalvið við riddara í yvirskoti.
Flóvin býtti sostatt plássið við Hans Kristian, og skuldi nú út í umdyst við Martin og Ólavi.
Martin vísti format
Kviktalvsumdysturin (25 min hvør + 10 sek pr. leik) bleiv leiktur stutt eftir seinasta umfar. Ein skipan, sum ikki áður hevur verið brúkt. Tað er gott fyri fyriskiparnir og áskoðarar, at føroyameistari verður funnin sama dag sum FM endar, men telvararnir sjálvir høvdu kanska vilja sæð, at ein vanligur nærtalvsumdystur varð telvaður, eitt nú í summar, eins og tað bleiv gjørt í 2000, tá Flóvin vann FM-heitið. Men hesar fyritreytir vistu allir luttakararnir undan kappingarbyrjan.
Ólavur vildi havt vunnið FM, vegna betri mótstøðustig í sjálvar FM-kappingini, um hann endaði á deildum fyrsta plássi í umdystinum. Fyrsta talvið varð millum ein sera uppsettan Martin og Flóvin, sum bert tyktist fegin um at hava fingið hendan møguleika, sum hann á morgni sama dag als ikki hevði væntað.
Talvið er við í blaðnum í dag, og sum tað sæst, leikti Martin væl, og vann uppiborið hetta talv og FM, tá hann í seinna talvinum eisini vann á Ólavi. Ein lítil søga fylgir við í tí talvinum. Ólavur helt nevnliga at hann mátti vinna á Martini, fyri at kunna hava nakran møguleika at ognað sær fyrsta plássið. Men so var veruleikin ikki. Javnleikur móti Martini, og síðani ein sigur á Flóvin, hevði givið honum FM-heitið! Tað nærmast syrgiliga er, at Ólavur hevði í talvinum ein kláran javnleik, sum hann væl sá, men ikki helt var nøktandi...
Norður og Suður
Eyðkent heitið til stóru 80´ara sjónvarpsrøðina um amerikanska borgarakríggið. Og í unglingabólkinum varð tað nevnliga ein norðoyingur og ein suðringur, sum høvdu høvuðssleiklutirnar. Rani Baldursson úr Klaksvík og Sjúrður Thorsteinsson av Tvøroyri fingu báðir 6,5 stig av 8, og umdystur mátti tí til fyri at finna føroyameistaran.
Dysturin bleiv leiktur samstundis sum tann í landsliðsbólkinum, og tí varð eisini stórur hyggjaraskari til unglingatelvingina. 16 ára gamli Rani Baldursson er eftirhondini ein telvari við nógvum royndum, eitt nú NM fyri unglingar, og var hann eisini tætt við at vinna FM í fjør. Í ár gekk betur hjá honum, og vann hann eftir góða telving 1,5 ? 0,5 á tí sera drúgva tvøramanninum, sum vit uttan iva fara at síggja meir til. Talentið er eyðsæð hjá Sjúrða, og so situr hann eisini niðri við talvborðið at kalla alt talvið! Ein eginleiki sum unglingar yvirhøvur als ikki hava. Vaksnir telvarar eru ei heldur heilt ósekir í hasum førinum...