Fótbóltur
Nógv skriving var undan hesum dystinum millum dystinum millum HB og NSÍ. Í trimum fylgjandi bløðum sóust báðir partar úttala seg um, hvussu misnøgdir teir vóru við ymisk viðurskifti í flytingini av dystinum.
Hvussu var og ikki, so varð dysturin ásettur til týskvøldið kl. 18.00, samstundis sum HB varð biðið um at rinda NSÍ 10.000 krónur.
Við hesum er nærum øll søgan um dystin skrivað, tí tað var ikki tað heilt stóra, sum hendi á vøllinum í Gundadali týsdagin.
Broytt til tað verra
Talan er annars um tvey lið, sum tey bæði seinnu árini, og serstakliga í fjør, taldust millum teirra, sum sýndu tann besta fótbóltin. NSÍ leyp tá hvøkk á alt og øll, tá teir fleiri vikuskifti upp í slag vunnu knúsandi sigrar á oddaliðum. HB taldist tá millum hesi, og eftir fyrstu umførini av inniverandi kappingarári tóktust teir reyð/svørtu so avgjørt eisini sum eitt gott boð upp á ein komandi meistara.
Tað var tó frá fyrsta bríksli sjónligt, at nógv er broytt á hesum báðum liðunum hetta seinasta árið ella so. Spæligleðin, sum eyðkendi tey tá, tóktist næstan horvin. Kvikligu bóltflytingarnar inn á miðjuna og út í borðini vóru als ikki at hóma, men heldur var tað soleiðis, at hvør spælari vildi nerta so ofta sum gjørligt við bóltin, áðrenn spælt varð víðari, og tí kom ongan tíð ferð á spælið. Verjurnar fingu snøgt sagt alt ov góðar stundir at umstilla seg, og tí var tað sera rár hending, at veruligir málmøguleikar vórðu skaptir.
Einki trýst
Nakað, sum annars eisini tóktist sera merkisvert við dystinum, var, at hvørgin parturin tóktist at hava hvørki kropsligt ella sálarligt yvirskot til at leggja eitt veruligt trýst á mótstøðumenninar. Ikki minst, tá spælið gekk somikið seint fyri seg, og at tað tí ikki átti at verið nakar trupulleiki, um hetta varð gjørt við bert eitt lítið sindur av umhugsni.
Í einstøkum førum royndi Rúni Nolsøe, sum aftur var at síggja á HB liðnum, at draga miðvøllin fram í eini roynd at trýsta, og tað var eisini, tá hetta varð gjørt, at fáu málmøguleikarnir í fyrra hálvleiki stungu seg upp. Talan gjørdist tó bert um ein veruliga opnan møguleika, men Jens Martin vardi meistarliga fyri, tá Bjarni Jørgensen royndi at leggja bóltin flatt við handara stólpa.
Fram móti endanum av hálvleikinum hevði HB fleiri hálvar møguleikar, tá teir í einar fim minuttir gjørdu eina roynd at trýsta, men annað enn nøkur skot inn í trunkan av verjuleikarum, gjørdist talan ikki um.
Afturhaldandi runavíkingar
Runavíkingar høvdu í sín part valt at nýta somu spæliætlan, sum riggaði so væl, tá KÍ var á vitjan fyri góðari viku síðani. Tað vil siga, at teir høvdu bert ein mann á toppinum, meðan væl pakkaði miðvøllurin so skuldi royna at stuðla uppundir, tá farið varð í álop.
Í løtum í fyrra hálvleiki vóru onkur tekin at hóma um, at hetta kanska kundi skapa nakrar málmøguleikar, men hvørja ferð varð møguleikin spiltur, tí spælarar antin ikki offraðu seg nóg nógv frameftir, ella tí sendingarnar ikki høvdu neyðuga neyvleikan, og at spælarar í ferð tí máttu steðga á, fyri at fáa bóltin við sær.
Annars var tað stuttligt at síggja superveteranin, Abraham Løkin, stýra tí spæli, sum var á NSÍ miðvøllinum. Hann rennur ikki eins nógv longur, sum hann fyrr var vanur at gera, men dúgvu royndirnar viðføra, at hann aloftast megnar at standa á røttum stað, og á tann hátt er viðvirkandi til at tetta holini, sum íkomu, tá aðrir á miðvøllinum fóru við í álop.
Stendir illa til
Í spælinum á vøllinum var seinni hálvleikur ikki stórt øðrvísi enn hin fyrri, tí hvørgin parturin hevði sum so broytt stórvegis um taktistka uppleggið til dystin.
HB hevði tó broytt nakað, við tað at Allan Mørkøre, sum onkursvegna varð settur á beinkin, nú varð settur inn í álopið. Fyrsta korterið ella so gav hetta eisini HB eitt sprell rætta vegin, og einaferð spurdist ein heilt góður møguleiki burturúr, men Bárður Mortansson kiksaði, tá hann í fríari støðu skuldi temja innleggið, og so megnaði Jens Martin eisini at verja fyri teirri royndini.
At Allan Mørkøre byrjaði á beinkinum, var tó ikki einasti leikurin, sum Ion Geolgau hevði framt til dystin. Ikki minni óvæntað var Rúni Nolsøe aftur at síggja á vøllinum eftir skaða, og hetta sigur kanska eisini eitt sindur um støðuna hjá tunna HB-hópinum í løtuni. Rúni var nevnliga langt ífrá tí støðinum, sum hann vanliga er á, og seinasta hálva tíman tóktist tað vera ein stór gáta, at venjarin ikki skifti hann út. Knæskaðin darvaði týðiliga, og sjálvur var Rúni ta einu ferðina á veg av vøllinum, tá hann brádliga uppdagaði, at tað ístaðin var Høgni M. Joensen, sum venjarin vildi skifta út.
Saman við restini av HB liðnum følnaði Allan Mørkøre tó eisini, sum dysturin leið. Kviki Jónstein Petersen fekk alt betri tak á landsliðsmanninum, og dysturin fór aftur at líkjast 0-0 dystinum, sum talan hevði verið um í fyrra hálvleiki.
Seint fatandi álopsspælið gjørdi, at miðverjurnar ikki høvdu stórvegis trupulleikar av at stilla seg rætt, og tí komu millum lítið og einki av málmøguleikum afturat í dystinum.
Keðilig minni
Hetta merkir tó ikki, at einki meira hendi í dystinum. Seinastu 20 minuttirnir gjørdust nevnliga rættiliga dramatiskir, men tíverri var hetta ikki orsakað av sjálvum spælinum.
Hinvegin varð tað dómarin, sum rættiliga kom í fokus, tá hann við eini skeivari avgerð rættiliga setti fokus á seg sjálvan. Tað mundi neyvan vera nakar annar í Gundadali, sum metti at Jóhannis Joensen hjá HB nýtti armin at steðga bóltinum við, tá runavíkingur royndu at senda inn um verjuna til Sonna L. Petersen. Bríkslað varð fyri frísparki, og Jóhannis fekk gult kort. Hesum mótmælti hann heldur harðliga, og úrslitið av øllum gjørdist, at Jóhannis fekk reytt, meðan tveir aðrir HB-leikarar fingu gult kort, fyri framhaldandi at mótmæla.
Hetta kann ikki metast sum stórt annað enn eitt keðiligt hæddarpunkt í einum keðiligum dysti. Dómarin, Nicla á Líðarenda, hevði fram til tá stýrt dystinum rættiliga væl, men við hesi avgerðini kom rættiliga ilt í leikararnar. Tað líktist eisini einari kompensatión, tá hann lat vera við at geva Halli Danielsen seinna gula kortið, tá hesin eina løtu klandraðist við Brynjálv Nielsen, og løtu seinni mundi aftur verið rok, tá álopsmaður hjá NSÍ og verjuleikari hjá HB brustu saman, uttan at bólturin var nærhendis.
Seiansta punktumið varð sett, tá Djóni N. Joensen var heppin at sleppa við gula kortinum, tá hann rættiliga ógvusliga tók beinini undan einum nærum leysum Rúna Nolsøe. Orsøkin til hetta var tó tann, at Allan Mørkøre eina løtu gloymdi alt um Fair-Play, og setti eitt álop í gongd, meðan runavíkingar bíðaðu eftir, at Allan fór at geva teimum bóltin. Nakað sum Rói Árting annars ikki gjørdi, tá hann bert skeyt eftirfylgjandi frísparkið oman av baklinjuni.
Alt í alt kann bara sigast um dystin, at hesin var ein av slagnum, sum helst skuldi farið í gloymibókina sum skjótast, men sum tíverri verður hangandi í minninum orsakað av teimum seinastu 20 minuttunum. Hesir verða ístaðin mintir fyri eina skeiva dómaraavgerð, og tí leikararnir eftir hetta gloymdu alt um spælið við rundu kúluni.
Dysturin í tølum:
HB-NSÍ 0-0
Dómari: Niclas á Líðarenda (GÍ)
HB: Bárður Johannesen ? Eyðfinn Fjalsbak, Jóhannis Joensen, Jón Rói Jacobsen, Janus M. Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Høgni M. Joensen ? Bárður Mortansson, Rógvi Jacobsen, Bjarni Jørgensen
NSÍ: Jens Martin Knudsen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Jónstein Petersen ? Gert Langgaard, Sjúrður Jacobsen, Ian Højgaard, Abraham Hansen, Eddie Mikkelsen ? Ken Nónklett