Tómgongd í Zürich

0-0 stóð á talvuni í Zürich, og tann fyrsti málleysi dysturin í EM-endaspælinum var veruleiki. Frakland og Rumenia leiktu ein óinspireraðan og keðiligan dyst, sum ikki sømir seg fyri ein dyst í einum endaspæli. Dysturin var líka hugflogsleysur, sum málleysur. Tað hendi snøgt sagt einki í dystinum. Okkurt hendinga skot úti frá, onkur hálvur møguleiki, og 4 gul kort var alt, sum var at skriva heim um. Ja, og so fingu liðini hvør sítt stig. Føroyar eru í HM-undankappingarbólki saman við bæði Fraklandi og Rumenia til komandi HM-kapping. Italia og Holland fara vónandi at spæla ein meiri undirhaldandi dyst í kvøld. Minni undirhaldandi kann tað so ikki blíva.