Tómu kirkjurnar skulu fyllast

Tómu kirkjurnar í Danmark skulu í framtíðini brúkast til bæði kirkjulig og mentunarlig endamál.

Danmark: - Hvat ger ein við eina kirkju, tá hon ikki longur verður brúkt til hámessur sunnudagar?

Henda spurningin fáa danskir arkitektar nú møguleikan at geva síni boð uppá, nú landsins fyrsta arkitektakapping um nýggja nýtslu av kirkjunum verður sett í gongd.

Kappingin snýr seg í stuttum um, hvat Gethsemane Kirke á Vesturbrúgv í Keypmannahavn skal brúkast til.

Kirkjan, sum er partur av minstu sóknini í økinum, hevur leingi verið í sjóneykuni sum ein av kirkjunum á Vesturbrúgv, sum ein kann vera fyri uttan, um ein tekur avgerð um at steingja ávísar kirkjur.

Nú ynskir kirkjuráðið við Gethsemane kirkjuna at gera okkurt við beinanvegin, og hevur sjósett eina visjonera ætlan fyri framtíðini.

- Vit vilja fegin verða ein kirkja, men vit vilja eisini verða ein lokkandi oasa fyri íbúgvarnar í býarpartinum, og sum ikki veru vanir við at koma til tær vanligu hámessurnar sunnudagar, sigur Erik B. Nielsen, formaður í kirkjuráðnum.


Høgt støði

Aftanfyri arkitektakappingina stendur Center for Idræt og Arkitektur, ráðgevandi kirkjuligi felagsskapurin Kirkefondet og Bygningskultur Danmark.

Sambært Kaj Bollman, aðalskrivara í Kirkefondet, hava arkitektarnir fingið frítt spæl, um ein sær burtur frá tí veruleika at kirkjan skal framvegis brúkast til kirkjuligt virksemi.

- Við kappingini vóna vit, at fáa eina verkætlan á høgum støði, sum kann gerast ein fyrimynd fyri aðrar kirkjur í Danmark – ja, eitt gott dømi um, hvussu kirkjan kann møta fólki, har sum tey eru.

Center for Idræt og Arkitektur hevur millum annað hugt til eina kirkju í bretska høvuðsstaðnum London, har ein eisini hevur listaframsýningar, kvøldskúla, ballettundirvísing og enntá ein fitness-depil.

Artkitektakappingin verður samstundis sum Københavns Stiftsråd er í ferð við at kanna, hvussu sóknirnar skulu skipast í framtíðini. Sambært hesum skuldu ávísar kirkjur latast aftur, millum annað Gethsemane Kirke.

Júst tí er dómprósturin, Anders Gadegaard, sum er limur í Københavns Stiftsråd fegin um kappingina. Hann leggur dent á, at tað er týdningarmikið at kirkjurnar framvegis verða brúktar til kirkjuligt virksemi.

- Tað verður ikki talan um, at ein hópur av kirkjum brádliga verða umbygdar til fitness-deplar ella spælistøð, sigur hann.