- Tín terror ótti ógrundaður

Serfrøðingur sum in.fo hevur tosað við er púra greiður

 Tað er ongin ivi um, at tað eru nógv færri yvirgangsatsóknir í vestara parti av Evropa í dag enn fyri 30-40 árum síðani, tá ið umfatandi yvrigangur varð framdur kring Europa, sigur granskari Bertel Teilfeldt Hansen, fra Institut for Statskundskab á universitetinum í Keypmannahavn.

 

 

Samstundis kennist yvirgangurin veruligari og nærri, og fólk hugsa meir um yvirgang og eru bangnari fyri atsóknum enn fyrr. Hesin óttin er at kalla ógrundaður, heldur Bertel Teilfeldt Hansen.

 

 

 - Fólkini, sum dripin eru í yvirgangi eru fá í tali í okkara parti av heiminum, og yvirgangur er ikki nøkur hóttan fyri nakran her. Tað doyggja nógv fleiri fólk av hjartatilburðum og bilóhappum enn av yvirgangi. Ert tú ikki í einum landi við nógvum yvirgangi, so sum Irak, Somalia ella Syria, so er óttin ógrundaður, sigur hann

 

 

Tá yvirgangur verður framdur í okkara parti av heiminum, er miðladekningurin ógvusligur. Grein omaná grein verður skrivað um sama tilburð gjøgnum dagin við myndum og sjónbondum frá staðnum. Ofta eru myndirnar grafiskar og ógvusligar.

 

 

- Ofta síggja vit ógvusligar myndir og beinleiðis upptøkur frá staðnum. Vit minnast hetta frá Charlie Hebdo atsóknini, har vit sóu upptøkur frá álopinum.  Vit upplivdu tað sama í Manchester, tá ein av áskoðarunum tók film av tí, ið fór fram, sigur hann.

 

  

- Yvirgangurin verður dekkaður á ein so ógvusligan hátt, at fólk kenna, at yvirgangurin er konstantur, sigur granskarin.

 

  

Miðlarnir hava ein ábyrgd at dekka stórhendingar og politisk tíðindi, sum yvirgangur jú er, og lætt er at siga, at miðlarnir eiga at sensurera tíðindini um yvirgang, men Bertel Teilfeldt Hansen sigur, at sensurur ikki er loysnin. Tað hevði tó verið dámligari, um tíðindini um yvirgang vórðu borin fram á ein annarleiðis hátt, so at  tey vórðu borin fram í røttum samanhangi.

 

  

- Tey flestu halda, at nógvur yvirgangur verður framdur í samtíð okkara. Tey flestu halda eisini, at yvirgangur er ein risastór hóttan og at yvirgangurin er konstantur, sigur hann.

 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum hetta vikuskiftið hyggja vit nærri at yvirgangi tá og nú. Á temasíðunum í blaðnum, sum er í sølubúðunum fríggjamorgunin ber til at lesa meir um evnið umframt alla samrøðuna við Bertel Teilfeldt Hansen.