Túna samkoma fyri 620 fólkum

Seinnapartin í dag verður familjusamkoma fyri teimum, sum eru ættað úr Túni á Toftum.

Umleið 620 hava teknað seg til samkomuna, sum verður í ítróttarhøllini á Skála. Tað verður lagt fyri klokkan 17, og tey ætla at runda av onkra staðni millum klokkan tíggju og ellivu.
Tað eru eftirkomararnir hjá Yngra Hanusi, sum var føddur í 1817, og Jóhonnu, sum var fødd í 1822, ið fara at hittast. Tey bæði giftust inn í Túna húsini, og tey fingu níggju børn.
Hanus, sum var elstur, doyði heilt ungur, og so vóru tey Thomas Elias, Súsanna Catrina, Jógvan, Anna Maria, Justinus, Jóhanna, Hanus og Johan. Seks av eftirkomarunum hjá hesum standa sum innbjóðarar til samkomuna, sum verður í dag. Tey eru Jóannes Rubeksen, sum er eftirkomari hjá Thomas Eliasi, Elinborg Solmunde, sum er eftirkomari hjá Onnu Mariu, Josefina Jacobsen, sum er eftirkomari hjá Justinusi, Flóvin Jacobsen, sum er eftirkomari hjá Jóhonnu, Jovina Højgaard, sum er efirkomari hjá Hanusi, og Emil Hansen, sum er eftirkomari hjá Johan.
Josefina Jacobsen sigur, at eini tjúgu fólk eru komin úr Noregi til samkomuna, og úr Íslandi er eitt par komið. Eitt sindur misjavnt er tað, hvussu stór undirtøkan hevur verið millum ymsu greinarnar av familjuni, men eftirkomarar hjá øllum átta børnunum, sum bóru ættina víðari, vera við. Elsti luttakarin er 93 ára gamal.
Í sambandi við samkomuna í dag hava Torleif Hansen og Josefina Jacobsen savnað tilfar um familjuna, sum luttakararnir fáa í einum hefti. Her verður greitt frá familjuni fram til ferminingaliðið ella til oldurommu og oldurabba børnini hjá Jóhonnu og Hanusi.
Lagt verður fyri við at syngja Nú leiti eg til tína náði, sum er sálmurin, ið ofta varð sungin, tá ið teir fóru til útróðrar. Yngri Hanus fórst saman við soninum Thomas Eliasi og trimum øðrum, tá ið Túna báturin Duen gekk burtur stóra skaðadagin 30. apríl 1870. Í Keraldinum nr. 6 í 2001, greiðir Torleif Hansen frá um Túna familjuna, og har sigur hann, at eftir skaðadagin 30. apríl í 1870 sótu tríggjar einkjur í Túni: mamma Hanus, Súsanna, sum var 84 ára gomul, kona hansara, Johanna, sum var 47 ára gomul, og Julia, sonarkonan, sum var 21 ára gomul. Ætlanin er, at samkoman við tøgn skal minnast teir og tey, sum eru farin.
Umframt frágreiðingar um ætt og søgur um Túna húsini og ættfólkini, so verður sangur og tónleikur á skránni, sum fer at verða framført av eftirkomarum. Ein sangur er yrktur júst til hetta høvið, og ein sangur, sum Adolf Hansen, sáli, yrkti, tá ið partar av familjuni vóru saman í 1988, verður eisini sungin.


Ein steðgur verður soleiðis at tað fer at bera til hjá fólki at heilsa upp á og tosa saman. Tað ber eisini til at møta, áðrenn sjálv samkoman byrjar, og tað fer at bera til at steðga á eina løtu, eftir at samkoman verður liðug.
Gamlar og áhugaverdar myndir vera at síggja, og tað verður skipað fyri upptøku, bæði video ella dvd og myndum.