Tænastustøðið í Heimarøktini skal varðveitast

­ Talan er ikki um sparingar í skipanini, men um meirnýtslu, sum vit hava fingið til vega. Tí er umráðandi, ikki at ørkymla brúkaran meir enn neyðugt, sigur landsstýrismaðurin

Í løtuni arbeiðir Landsstýrið við fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. Møguliga hevur tað ávirkað fakbólkar í Heimarøktini at geva seg til kennis, heldur Helena Dam á Neystabø.

­ Vit mugu kortini viðganga, at Heimarøktin er stórt øki, sum fær ávirkan á viðurskiftini hjá brúkarunum og áhugabólkum, sigur Helena Dam á Neystbø, og leggur aftrat, at tað ikki hevur bøtt um støðuna, at samanleggingin í skipanini bert er tvey ára gomul, og at tað tí kunnu vera byrjnartrupulleikar.


Ikki talan um sparingar

­ Vit mugu kortini gera vart við, at talan er ikki um sparingar, men um at Heimarøktin ikki megnar at halda játtanina.

­ Eftir góðar samráðingar við Sjúkrasystrafelagið, Heimahjálparafelagið og Heimarøktina herfyri, havi eg givið teimum boð um, at tænastustøðið skal varðveitast, sigur Helena Dam á Neystabø.

Landsstýrismaðurin hevur lutvíst fingið pening til vega innanhýsis í almanna- og heilsuverkinum. Tá tað er greitt, hvussu nógv restar í aftrat, verður farið í tingið at biða um eykajáttan.

­ Tá Heimahjálparafelagið ger vart við at støðuna, so er tað ivaleyst tekin um, at tænastustøðið kortini lækkar?

­ Eg havi virðing fyri tí arbeiði, sum heimahjálpirnar gera, men tá broytingar eru gjørdar t.d. í Eysturoy og Suðuroy, so kann tað eisini væl vera tekin um, at júst hesi plássini ikki hava veitt somu tænstu, sum á hinum plássunum, sigur landsstýrismaðurin.

­ Nú verður ein kanning gjørd, sum nágreiniliga skal vísa, hvussu tænastustøðið er kring oyggjarnar. Arbeiðið er byrjað, men av tí at fíggjarlógararbeiðið er í løtuni, og tí ikki so nógv fíggjarkøn eru til at taka, gongur ein tíð, áðrenn úrslitið fyriliggur.


Heima sum longst

­ Hvørjar persóniligar metingar hevur tú gjørt tær í sambandi við Heimarøktina og hvat best er at gera, fyri at nøkta tørvin?

­ Persónliga haldi eg tað vera rætt, at fólk eru heima so leingi sum til ber. Røktarskipanin er góð, og tí skulu tey avvarandi hava eina vanliga tilveru, eitt nú sleppa til arbeiðis o.s.fr., uttan at vera darvað, um t.d. gomul búgva heima.

­ Hinvegin skerst ikki burtur, at tørvurin á røktarplássum er stórur. Kortini eru dømi um, at tá tey gomlu flyta á røktarheim, so missa tey sambandið við familjuna.

­ Tí haldi eg tað vera best, um fólk eru heima sum longst, men at tað kortini er neyðugt við fleiri røktarheimsplássum.


Bíðar eftir kommunala álitinum

­ Hetta er ein spurningur, sum tekur longri tíð at loysa, sigur Helena Dam á Neystabø, sum eins og onnur í Landsstýrinum, bíðar eftir at kommunala álitið verður lagt fram.

Í hesum liggur m.a. at leggja størri ábyrgd út í kommunurnar, sum eisini eiga at medvirka til eina loysn á eldraøkinum.

­ Høvdu kommunurnar havt størri ábyrgd, so vænti eg, at tær høvdu skipað viðurskiftini á eldraøkinum í kommununi, sigur landsstýrismaðurin.

Fyribils er uppgávan at fáa Heimarøktina at virka. Helena Dam á Neystbø heldur at arbeiðið hjá heimahjálpunum er virðismikið, og væntar at nakrir trupulleikar kunnu fáast burtur, um samskiftið millum fakbólkarnar og leiðsluna í skipnini vóru betur, soleiðis at allir partar høvdu ábyrgd og ávirkan á skipanina.


Bygnaðarbroytingar

­ Í næstum skulu bygnaðarbroytingar fremjast innan almanna- og heilsuverkið, og tað skal m.a. skal bøta um samskiftið innanhýsis í Heimarøktarskipanini, sigur Helena Dam á Neystabø, sum samstundis ásannar, at tá tørvur er á peningi, so eiga allir partar hava ávirkan á, hvussu arbeiðið skal sleggjast til rættis.