Í tænastuvinnuni av tilvild

– Eg havi fingið ein serligan lærdóm, tí eg havi arbeitt bæði sum náttarvørur og í móttøku. Eg havi sæð, hvussu virksemi er frá gestsins sjónarmiði og síðani tosað við kokkar og tænarar um, hvat kann gerast betri. Eg hugsaði um at fara í læru sum tænari, men eg hevði alt ov nógv at gera, so eg havi lært á gólvinum ístaðin, sigur John Mikkelsen, dagligur leiðari á fleiri matstovum í Havn

 

Arbeiðsdagurin hjá John er rættiliga nógv broyttur frá at atbeiða seinnapartar og langt út á kvøldarnar, tekur hann nú ímóti og avgreiðir bíleggingar út av húsinum. Um dagin er hann í matstovuni Bitin, og um kvøldið er hann í Etika. Við frástøðu.

– Hetta er langt frá tí, sum eg vanliga geri. Og eg sakni at vera tann, eg eri. Nú arbeiði eg við viðmæltu frástøðu, og eg selji yvir ein dysk. Sjálvsagt sakni eg at práta, vísa vertskap og nærleika, sigur hann og greiðir frá, at tað er ein heilt serligur stemningur, tá vælumtóktu matstovurnar heima í Havn eru fullar av gestum, og fólk hugna sær og slappa av, sigur hann. 

Tað er stórur munur á at arbeiða í matstovum, har gestir koma at hugna sær og fáa eina heildaruppliving við umhvørvi, mati og drekka til síðani at selja mat út av húsinum.

Bitin og Etika brúka eina online-skipan til at selja mat út av húsinum, sum er sera góð, heldur hann, tí hon er skjót og effektiv í og við, at kundin bíleggur og rindar online, áðrenn maturin verður heintaður. Síðani fær kundin eitt tíðspunkt og kann síðani koma at heinta matin tá. Tað hevur hóskað sera væl til hesa tíðina, soleiðis at tilmælini um frástøðu eisini verða hildin. Skipanin koyrir eisini skjótt, og av tí at matstovurnar eru lukkaðar, so ber til hjá kokkinum at gera meir mat at selja út av húsinum, tí einki verður frameitt til at eta inni.

­– Vit hava havt stóran eftirspurning, og vit hava merkt, at tað hevur verið ein ágóði at havt eina framkomna skipan í hesum døgum, sigur hann. 

Óvist er enn, nær matstovurnar heima í Havn lata upp aftur, tí virksemi eisini er tengt at ferðafólki.

– Vit taka tað, sum tað kemur, men tað gongur heilt víst ein tíð enn, sigur hann.

Les alla samrøðuna við John Mikkelsen í Sosialinum, sum er at fáa í leysasølu í sølubúðum kring landið og talgiltur her