"Tænk nu hvis Færøerne en dag vinder en kvalifikationskamp"

Komandi landsliðsvenjarin hevði fyrr í dag sum mál at skula uppliva at Føroyar vunnu ein undankappingardyst

"Tænk nu hvis Færøerne en dag vinder en kvalifikationskamp". Orðini eigur komandi landsliðsvenjarin hjá Peter Bredsdorff-Larsen í samrøðu við danska TV2 fyrr í dag.

Í kvøld kunnu vit gleðiliga staðfesta, at tað er longu hent við føroyska 27-26 sigrinum á Kekkia. 

Í samrøðuni við danska TV2 sigur Peter Bredsdorff-Larsen, at hann hevur fylgt væl við føroyskum hondbólti í mong ár, og hann sigur seg vera hugtiknan av eldhuganum og orkuni sum verður løgd í føroyskan hondbólt, bæði hjá breidduni og hjá landsliðnum. Og sigur Peter Bredsdorff-Larsen seg vera inspireraðan av hesum, og hann heldur seg hava nógv at koma við til gagn fyri føroyskan hondbólt. 

HER  ber til at lesa samrøðuna danska TV2 hevði við Peter Bredsdorff-Larsen.