Eyðun Klakstein
Fyrstu ferð hon sang á almennari konsert var sum 13 ára gomul í Italia. Trý ár seinni er hon givin í fólkaskúlanum, spælir í eini jazzkvartett og droymir um eina yrkisleið sum tónleikari.
16 ára gamla Eivør Pálsdóttir úr Gøtu hevur longu fingið nógvar royndir sum sangari og tónleikari. Hon hevur staðið nógv á palli, síðani hon sum 13 ára gomul vann kappingina ársins songrødd. Eisini í Prix Føroyum hevur hon upplivað stóra súsið, tá tónleikur gerst kapping, og gittarljóð og bassdun ein dribling uttan um mótstøðufólk.
Nú stendur hon á gáttini til eitt lív, har tónar og nótar fara at vísa henni vegin, og í klirrinum og svirrinum á kaffistovuni á Áarvegnum í Havn tosar hon avgjørd um dreymin at liva av tónleiki.
- Fyrsta treytin fyri at koma nakran veg sum tónleikari er, at tú hevur viljan. Og tað havi eg. Eg satsi 100% uppá tónleikin, og so má tíðin vísa, hvussu langt tað fer at røkka, sigur Eivør Pálsdóttir.
Dreymurin er at liva av tónleiki. Og tann stóri og enn fjarði dreymurin er at gerast kend songkvinna í útlandinum. Úti har stjørnurnar glampa og fjøldirnar skrála.
Og at tað er álvari aftanfyri orðini hjá Eiðvør kann best prógvast við tí veruleika, at hon eftir 9 ár í fólkaskúlanum tók skúlataskuna á herðarnar og fór heim. Síðani hevur hon ikki verið aftur har.
Hon skuldi í grundini sitið í eini skúlastovu í Fuglafirði hendan týsdagin í januar. Men ístaðin er hon í Nólsoy á venjingarlegu saman við jazzkvartettini hjá sær, og hon hevur avbrotið ferðina í nakrar tímar fyri at koma til Havnar at tosa um fortíð, nútíð og framtíð.
Mamman eigur æruna
Eivør Pálsdóttir hevur sungið so leingi, hon kann minnast. Hon hevur upptraðkað til føðingardagar og okkurt brúdleyp, men fyrstu veruligu uppgávuna sum sangari fekk hon á eini ferð til Eysturríki og Italia. Á ferðini saman við manskórinum á Skálafjørðinum skuldi hon syngja solo við nøkrum tónleikarum aftanfyri seg.
Og frammanfyri italskum og eysturríkskum áhoyrarum sang hon sangir sum Sommertime og The Rose, sum hon nú hevur togað upp móti toppinum á hittlistanum hjá Útvarpi Føroya.
Seinni sama ár - tað er 1997 - var hon við í kappingini um at gerast ársins songrødd, og tað gekk so væl, at hon streyk við sigrinum, tá finalan varð hildin í Havn.
Og eftir tað kom veruliga ferð á sangkarrieruna. Hon varð biðin um at syngja á konsertum og til dans, og hon var gestasangari hjá bólkum sum Hjarnar og Kjølar - bara 13 ára gomul.
- Mamma mín var altíð við mær, tá eg var úti og sang. Hon hevur altíð verið mín størsti stuðul, og hon eigur æruna fyri, at eg havi torað at bjóðað meg fram sum sangari, sigur Eivør.
Eftir nógvar framførslur, bæði saman við royndum bólkum á palli og óroyndum bólkum í kjallarum í Eysturoynni, fann Eivør sítt pláss undir liðini á Peturi Jensen í bólkin Clickhaze. Tey vóru við í Prix Føroyar kappingini í 1999, og eftir framførsluna í innleiðandi umfarinum í Vágum struku tey í finaluna, sum við stórum háva varð hildin í Norðurlandahúsinum í Havn.
- Finalan var eitt stórt upplivilsi, men tað var stuttligari at vinna ársins songrødd og innleiðandi Prix Føroyar umfarið í Vágum, heldur Eivør.
Bólkurin Clickhaze er givin at spæla, og nú fer nógva av tíðini hjá Eivør fer við arbeiðnum í jazzkvartettini, hon rópar bólkin, men sum annars gongur undir navninum Eivør Pálsdóttir kvartett. Tey spæla á ymsum spælistøðum í landinum, tó mest í høvuðsstaðnum.
Men Eivør hevur eisini gjørt nógv við at syngja í kirkjum, bæði í Eysturoynni og í Havn.
Rýmdi úr skúlanum
Avgerðina um at gevast í fólkaskúlanum eftir 9. flokk, hevur Eivør ongantíð angrað, at hon tók.
? Tónleikurin tók so nógv av míni tíð, at eg hevði ikki hug at halda fram í skúlanum. Og í grundini bar tað heldur ikki til. Eg sat í tímanum og skrivaði sangir.
? Eg kundi sjálvandi roynt at hildið fram, men so hevði eg verið hálv í báðum støðum, so eg valdi, at brúka alla mína tíð til tónleikin. Tað var eisini rætta avgerðin, tí eg havi fingið nógv burtur úr seinasta hálva árið.
Umframt at hava verið á sangskeið og skrivað løg, hevur hon eisini havt onkrar framførslur, sum hava fingið hennara navn meira fram. Millum annað í stóru undirhaldssendingini, tá V4 helt 30 ára føðingardagin.
Ein av sangunum, hon sang tað kvøldið, liggur nú í betra endanum á 15 teimum bestu, og tá Sosialurin herfyri hevði eina atkvøðugreiðslu um føroyskan tónleik, vóru tað onkur av teimum spurdu fólkunum, sum nevndu hana sum besta sangaran í landinum.
? Tað kann eg bara vera stolt av, men eg haldi sjálv, at eg havi nógv eftir at læra. Eg havi fingið lítið av sangundirvísing, og eg kundi hugsa mær at lært meira um teknikk, teori og tónleikasøgu, sigur Eivør Pálsdóttir. Í summar ætlar hon sær at fara til Danmarkar at ganga á skúla, og verður tann ætlanin veruleiki, verður tað innan tónleik.
? Men hvar eg enn so endi sum sangari, so ætli eg mær at varðveita mín føroyska identitet. Tað sum eg syngi og spæli skal gjarna onkursvegna hava sítt støði í tí føroyska, sigur hon.
Framførslan hevur
alt at siga
Eivør hevur staðið nógv á palli seinastu trý árini, og har stórtrívist hon.
? At framføra sangir fyri fólki er sum at vera í eini aðrari verð, og eg havi brúk fyri tí. Tað er á sama hátt sum ein fótbóltsspælari, sum hevur brúk fyri at spæla dystir, tað er einki stuttligt bara at venja, sigur Eivør.
? Fyri meg hevur tað størst týdning, at eg leggi meg eftir at syngja væl og liva meg inn í tað, sum eg syngi, heldur enn at gera so nógv burtur úr framførsluni.
? Øll venjing og fyrireiking annars verður gjørd við framførsluni fyri eyga, tí tað, sum tað veruliga snýr seg um, er at syngja fyri fólki.
Men saman við uppgávuni sum sangari fylgir eisini leikluturin sum frontfigurur ella miðdepil á pallinum.
? Eg søki ikki leiklutin sum frontfigurur, tá eg spæli saman við bólkinum. Tað er ikki tað, sum eg endiliga havi hug til at vera, men eg eri fullgreið yvir, at tá eg nú eri sangari, so gerist eg í ein vissan mun miðdepil undir framførsluni.
? Viðhvørt royni eg at sleppa undan at verða so øðiliga sjónsk, tá vit spæla, tí eg haldi meg duga so illa undirhalda fólki við øðrum enn at syngja. Tað ræður um at hava sálina við í tí, sum tú gerst, og tá tú leggur teg eftir tí, kann tað viðhvørt verða trupult eisini at ?gera ting? á pallinum.
Fyrstu fetini í føroyska tónleikumhvørvinum tók Eivør saman við mammu síni, men nú ferðast hon sjálv millum tónleikarar og til framførslur.
? Eg trívist væl millum tónleikarar. Tað er fantastiskt at vera partur av tónleikaumhvørvinum, sjálvt um tað kanska er trupult at siga, hvat tað akkurát ger tað so spennandi, sigur hon.
Men onkrastaðni millum pallin, venjingarhølini og tímarnar við gittarini liggur ein dreymur at koma fram sum songkvinna. Ein dreymur, sum bara verður álvari fyri tey fægstu.
Men fyrsta treytin fyri at koma nakran veg er viljin. Og hann hevur Eivør.