Tónleikacafé í Miðvági

Hanus G. Johansen, Sámal Ravnsfjall, Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein fara leygarkvøldið at spæla á tónleikacafé í Bygdaskúlanum í Miðvági Í sambandi við at Sølustevna er í Miðvági í vikuskiftinum, verður nógvur tónleikur at hoyra, á konsert leygarkvøldið framføra Hanus G. Johansen, Sámal Ravnsfjall, Petur Pólson og Knút Háberg Eysturstein.

 

Tiltakið, ið byrjar kl. 20.30 leygarkvøldið er partur av sølustevnuni, ið Miðvágs Bóltfelag skipar fyri. Á stevnuni verður sum heild nógvur tónleikur, Ímeðan sølustevnan er opin, syngja Systkini á Løgmansbø, Elsa í Garði og Jana Johannesen, Fríðbjørg Jensen og Ungdómskórið í Vágum.

 

Umframt hetta verður skipað fyri Syngið við kvøldið eftir framførslurnar leygarkvøldið. Harmonikuliðið Knarkar fer at spæla undir sanginum, sum Jens Eli Elleffsen skipar fyri

 

Atgongumerki til ?Tónleika Café? og ?Syngið við? verða seld bæði í forsølu og við dyrnar leygarkvøldið.