Tónleikafelag sett á stovn í Klaksvík

Fríggjakvøldið varð fyri fyrstu ferð eitt tónleikafelag sett á stovn í Klaksvík

Tónleikur
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík: Meðan kavin leikaði á uttanfyri, sótu umleið 30 tónleikaáhugaðir klaksvíkingar inni í fjálgu býráðshøllini. Orsøkin var, at júst hetta kvøld skuldi eitt tónleikafelag fyri fyrstu ferð setast á stovn í Klaksvík.
Endamálið við hesum felagi er fyrst og fremst at fáa eitt meiri virkið tónleikaumhvørvi. Tað merkir at skipa fyri fleiri tiltøkum, fleiri konsertum og fjølbroyttari tónleikavirksemi annars.

Fyribils nevnd sett
Ì byrjanini av fundinum fingu fólk høvi til at tekna seg sum lim hjá felagnum, og vísti seg at vera stórur áhugi fyri hesum. Heili 27 fólk teknaðu seg sum lim, og var hetta nærum alt fólki, ið var til staðar.
Síðani skuldi ein fyribils nevnd setast.
10 uppskot til val av nevnd vóru skotin upp, og av hesum 10 skuldu 5 veljast. Atkvøðuseðlar vóru býttir út til limirnar, og eftir uppteljingina varð greitt, at Gulli Johannesen, Hans Juul Nystrøm, Leivur Vitalis, Jan Gardar og Òlavur Simonsen skuldu manna hesa nevnd. Eykalimir gjørdust Oddur Olsen og Lois Poulsen.
Uppgávan hjá nevndini er so at seta eina fyribils endamálsorðing, eina fyribils reglugerð og at finna eitt navn til felagið. Hetta skal síðan verða lýst á einum aðalfundi skjótast gjørligt.

Tørvur á slíkum felagi
Ì seinastu viku skipaðu fyrireikararnir fyri einum kunnandi fundi viðvíkjandi stovnan av einum tónleikafelag í Klaksvík.
À hesum fundi gjørdist greitt, at tónleikarar í Norðoyggjum uttan iva hava brúk fyri einum slíkum felag.
Sum er, hevur tónleikurin alt ov vánaligar karmar, venjingarhølini eru ov fá, og møguleikarnir fyri at framføra sín egna tónleik eru so at siga ikki til staðar.
Endamálið hjá felagnum er at broyta hetta, og annars verða við til at menna umstøðurnar her norðuri.

Samstarv við Grót
Tað var tónleikasamtakið Grót, ið saman við øðrum skipaði fyri hesum fundum.
Grót varð sett á stovn í Eysturoynni í 1998, og hevur samtakið gjøgnum tíðina havt stór árin á tónleikalívið har um leiðir.
- Eitt tónleikafelag ger lívið so øgiliga nógv lættari hjá einum tónleikara, samstundis sum felagið eisini ger, at tónleikurin mennist og gerst fjølbroyttari.
Og eftir fundin í kvøld meti eg avjørt, at fortreytirnar eru til staðar fyri at fáa eitt virkið felag her norðuri. Fólk vístu stóran áhuga fyri felagnum, og eisini býráðið sýntist vilja hava eitt felag sett á stovn, greiddi Jón Tyril, formaður í Grót frá.
- Vit í Grót eru sera fegnir um, at enn eitt felag er sett á stovn. Vit høvdu ikki orku til eisini at taka okkum av Klaksvíkini, men hildu at klaksvíkinginar ístaðin áttu at havt sítt egna felag. Og vit eru heilt væl nøgdir við úrslitið í kvøld; vit vænta okkum nógv at hesum felagi, segði Jón at enda.
Ætlanir eru eisini um at seta á stovn eitt tónleikafelag í Havn, og skulu hesi trý feløg samstava um ymisk viðurskifti. Hetta verið seg at skipa fyri skeiðvirksemi, senda bólkar úr einum øki í annað og eisini at fáa nakrar virknar tónleikapallar í Føroyum.