Tónleikakapping fyri rútmisk og klassisk talent (Rás2)

(Rás2 - Sjóðteim) Hoyr Rannvá Helenudóttir og Eirik Skála greiða frá Sement/Stella Polaris tónleikakappingini

Í ár verður SEMENT størri enn nakrantíð! 

SEMENT hevur lagt seg saman við rútmiskt Stella Polaris og tí verður Stella Polaris / SEMENT eitt brak av einari tónleikakapping.


Hendan samanleggingin hevur fleiri broytingar við sær. M.a. verður kappingin bólka í 3 bólkar:


- Bólkur 1 – til og við 13 ár
- Bólkur 2 – 14 ár og til og við 17 ár
- Bólkur 3 – 18 ár og til og við 25 ár

 

Í bólki 1 fáa luttakararnir í mesta lagi 8 minuttir til teirra framførslu og 1/3 av tilfarinum skal vera egið tilfar. Í bólki 2 fáa luttakararnir í mesta lagi 10 minuttir til teirra framførslu og 2/3 av tilfarinum skal vera egið tilfar. Í bólki 3 fáa luttakararnir í mesta lagi 12 minuttir til teirra framførslu og 2/3 av tilfarinum skal vera egið tilfar.

 

Fimm dómarar vera til Stella Polaris / SEMENT 2018 og hesir velja í mesta lagi seks luttakarar at taka lut í finaluni. Framførslan í finaluni skal í mesta lagi vera 15 minuttir til longdar.

 

Umframt vinningarnar, koma eisini umboð frá ymiskum festivalum í Føroyum at velja sær út bólkar/einstaklingar, sum tey fara at bjóða at framføra á festivalunum.

 

Kappingin verður í Reinsaríinum í Tórsgøtu í Havn, dagarnar 12 til 15. apríl 2018.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Rannvá Helenudóttir frá SEMENT og Eirik Skála frá Stella Polaris greiða frá umfatandi, samanløgdu tónleikakappingini.

 

Samrøðan var gjørd í fyrrapartssendingini "Sjóðteim" á Rás2. Hilmar Jan Hansen var vertur.