Fríggjakvøldið 5. desember kl. 21-23 verður fjølbroytt tónleikakvøld í Norðurlandahúsinum í sambandi við útbúgvingarstevnuna Markleys Útbúgving.
Fyrst kemur Unn Patursson á pallin saman við Herluf Lützen við løgunum frá nýggju fløguni hjá Run.
Síðan spæla Kristian Blak og hansara menn (Heðin Ziska Davidsen og Mikael Blak) meðan Anders Hjuler, lektari frá Københavns Pædagogseminarium, ið luttekur á útbúgvingarstevnuni, málar við íblástri frá tónleikinum, sum er úr Ravnatingi: Ravnagjógv, Ravnating og Skýríkið.
Nýggja altjóða navn okkara Teitur Lassen fer hetta kvøldið at syngja og spæla síni løg.
Rútmiska kórið og tónleikaflokkar frá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði undir leiðslu av Zakariasi Sørensen og Hans Oliver H. Joensen enda kvøldið.