Tónleikans vallaraferð

Steintór Rasmussen, sum í hesum døgum er aktuellur við nýggjari fløgu, er farin víðari á síni tónleikans vallaraferð. Runavík eigur kvøldið og Klaksvík morgindagin. Og í novembur verður farið til Danmarkar.

 

- At syngja og spæla í eini konserthøll er sjálvandi nakað heilt serligt og framførslan í kvøld er eitt slag av tónleikasøgu, sigur Steintór, sum heldur at Løkshøll er besta valið. Men heimstaðið fyllir nógv í huganum og tí verður skipað fyri konsert og tónleikacafé í Ósaskúlanum í morgin, soleiðis fleiri av teimum, sum fagna fótbóltinum í kvøld, kunnu fáa eina góða og øðrvísi uppliving í morgin.

 

Til konsertirnar hetta vikuskiftið eru teir tríggir útisetamusikantarnir, Pætur við Keldu, Heiðrun Petersen og Jóhannus á Rógvi Joensen, sum eisini spæla týðandi leiklut á fløguni Valla Foldum Á, komnir heim til Føroya spæla undir til hesi bæði tiltøk.