Søgurnar um tónleikaparadísið í Havn eru langt síðani náddar út í hvønn tónleikakrók í Føroyum. Bara navnið ?Margarinfabrikkin? er nokk til at geva tónleikadreymunum og ambitiónunum í køldum, vátum garagum veingir. Og hvønn dag gongur fartelefonin hjá Karl Anton Klein, leiðara og tónleikalærara, heit við vónaríkum røddum, sum spyrja um eitt pláss er tókt, men svarið er tað sama hvørja ferð
- Tíverri, her er fult hús. Nær? Hoyr, royn tú heldur og spyr skúlastjóran hjá tykkum. Hann hevur kanska eina skúlastovu tøka ?
Ætlar ikki at grenja
Karl Anton Klein er líka keddur um støðuna, sum ungi tónleikarin í hinum endanum á telefonini. Tí hóast hann er bæði glaður og errin um at vera partur av einum so vælvirkandi tónleikaumhvørvi, sum tað á Margarinfabrikkini, má hann ásanna, at sum er, er hetta eitt stað fyri tey fáu og hepnu. Í løtuni skiftast 10 tónleikabólkar um at brúka tey 7 venjingarhølini, umframt at eini 80 næmingar fáa tónleikafrálæru. Men bíðilistin er langur, bæði til venjingarhølini og til frálæruna. Og í løtuni røkist onki fyri at umstøðurnar fara at batna.
Tað er ongin loyna, at tá ART, Áhugafelag Rocktónleikara, fingu ovastu hædd í Margarinfabrikkini í 1995, var tað ein neyðloysn, sum skuldi loysa ein bráðfeingis trupulleika hjá kommununi við teimum nógvu ungu, sum reikaðu runt á gøtuni og gjørdu fortreð. Men alt bendir á, at neyðloysnin gjørdist ein varandi loysn, tí síðani tá hava politikarnir sýnt umstøðunum og virkseminum hjá tónleikinum í Margarinfabrikkini lítlan og ongan áhuga.
- Eg rokni við, at hetta verður fatað sum grenj frá mínari síðu, men soleiðis er tað ikki meint. Eg haldi bara, at tá vit nú hava prógvað, hvussu ótrúliga væl teir ungu tónleikarnir trívast her, og hvussu nógv kemur á skaftið, so mátti tað verið eyðsæð at bygt víðari uppá hetta konseptið við at latið okkum fingið restina av húsinum at ráða yvir, sigur Karl Anton.
Perfekt tónleikahús
Karl Anton hevur sjálvur fleiri ferðir roynt at tikið stig til at bøta um umstøðurnar í húsinum við m.a. at bjóða politikarum inn fyri at vísa teimum á teir møguleikarnar, sum longu eru. Saman við limunum í ART er hann eisini til reiðar at bróta upp um armar og gera tað, sum skal til, fyri at Havnin kann fáa eitt rættiligt tónleikahús í miðbýnum. Hann er als ikki í iva um, at í løtuni er hetta tað best egnaða staðið í býnum til júst tónleikin, og hvør veit ? kanska Margarinfabrikkin tá eisini kann verða tann loysnin, Mentón sóknast eftir.
Men sum er, ber hetta ikki til, tí í niðaru hæddini húsast ein frítíðarklubbi fyri tey heilt ungu. Hvørki Karl Anton ella limirnir í ART hava nakað ímóti frítíðarklubbanum sum so, men Karl Anton hevur ongantíð skilt, hví hetta virksemið er lagt í miðbýnum, tá tað hevur við sær, at fleiri av hesum heilt ungu eru noydd at koma rættiliga langvegis frá.
- Eg haldi tað bara vera løgi, at kommunan brúkar so nógvan pening uppá at byggja ansingarstovnar í nærumhvørvinum fyri síðani at lata teir standa tómar frá klokkan fimm seinnapart til morgunin eftir. Hví ikki brúka hesar stovnar sum frítíðarklubbar um kvøldarnar, so tey heilt ungu verða verandi í nærumhvørvinum, sum jú er tryggast fyri øll?, spyr Karl Anton. Hóast hann ikki ætlar at leggja seg út í, hvussu frítíðarklubbin rekur sítt virksemi, so heldur hann tað vera ringt at lata eyguni aftur fyri, at tað hvørt kvøld, tá frítíðarklubbin lukkar, standa børn heilt niður í 10-12 ára aldur uttanfyri og hanga, sum longst, tí tey hava so langan veg til hús. Tí, sum hann sigur
- Tá tú brúkar alla tína tíð uppá at skapa eitt so gott og mennandi umhvørvið, sum gjørligt, fyri ungar tónleikarar, kanst tú ikki lata eyguni aftur fyri, at onnur ikki hava somu umstøður sum tíni ?egnu?.
Ein fyrimynd
Tað undrar ikki Karl Anton, at gravgangurnin eftir at sleppa at venja ella fáa frálæru í Margarinfabrikkini er so stórur. Góð tíðindi frættast jú skjótt, og sjálvur er Karl Anton sannførdur um, at tey allarflestu ungu veruliga tráa eftir at sleppa at vísa seg frá sínum bestu síðu. Okkara uppgáva og uppgávan hjá politikarnum er at geva teimum møguleikan og skapa karmarnar. Í so máta kunnu allar kommunur í Føroyum læra okkurt av tónleikaumhvørvinum á Margarinfabrikkini.
- Her fáa ungir tónleikarar ta vegleiðing og hjálp, sum kann stimbra tey sjálvi at koma víðari. Tað snýr seg ikki um, hvussu nógv ella stór úrslit, tey kunnu avrika, men um at tey trívast og mennast saman við hvørjum øðrum ígjøgnum tónleikin. Tónleikur er í grundini eitt fantastikst pedagogiskt amboð, tí treytin fyri at skapa góðan tónleik er, at tú lagar teg eftir teimum, tú spælir saman við, sigur Karl Anton og leggur afturat, at í einum slíkum umvørvi er tað sjáldan neyðugt við serliga nógvum reglum.
- Einasta treytin fyri at sleppa at vera her er, at tú hevur áhuga fyri tónleiki og annars uppførir teg ordiligt. Satt at siga, kenni eg onki til hesi óargaligu ungu, sum onki annað hava at brúka tíðina til, enn at gera øðrum ónáðir. Men tað kann sjálvandi hugsast, at tey ganga úti á gøtuni, tí tað ikki er pláss fyri teimum nakra aðrastaðni ? eitt nú á Margarinfabrikkini, sigur Karl Anton Klein.
Í løtuni er ungir leikarar úr Havnar Sjónleikarafelag í Margarinfabrikkini eitt kvøld um vikuna, har tey venja sangleikin sangleikin Grease saman við rockbólkinum Paradox.