Í kvøld verða tvey áhugaverd tónlistarlig tiltøk á skránni í Klaksvík. Tað er nevniliga soleiðis, at Club 700 og All In Nightclub bjóða til ávikavist 80ara tónleik og rapptónar frá Swangah Dangah.
80ini eru í hásæti í All In Nightclub í kvøld, tá ið Mark Joensen og James Olsen bjóða til tónar frá legendunum úr 80unum. Tiltakið hevur heitið 80ara Party Night, og lagt verður upp til júst hetta.
Í Club700 verður rapptónleikur á skránni frá høvuðsstaðar bólkinum Swangah Dangah.
Vælumtóktu rappararnir hava júst boðað frá, at teirra fyrsta fløga er ávegis, so nú sleppa fjepparar skjótt undan at leita sær á YouTube hvørja ferð rapptónarnir skulu hoyrast.
Dreingirnir í Swangah Dangah gjørdist skjótt væl kendir í Føroyum. Fyrsta konsert teirra ognaði teimum nevniliga pláss á G! Festivalinum 2011.
Í kvøld verða teir so at hoyra í Klaksvík.