Tónleikara savna inn til "Í menniskjum góður tokki"

Terji Rasmussen, Eyðun Nolsøe, MC-Hár, Signar í Homrum, Divaz, Petur Háberg, Grandma’s Basement og Mike. Hetta eru tey, sum 2. december fara at syngja til frama fyri Í menniskjum góður tokki.

 

Nú eru jólini fyri framman, og tiltakið “Ì menniskjum góður tokki” hevur givið íblástur til Rex, sum bjóðar til eitt stórsligið stuðulstiltak í Rex tann 2. December. Peningurin fer óskerdur til eitt gávukort frá Klávus til “Í menniskjum góður tokki”.

 

Eftir at tað er kom fram, at fleiri fólk í Føroyum eru so illa fyri, at tey ikki hava ráð til jólagávur og jólahugna annars, fingu fyrireikararnir í Rex hug til at gera sítt fyri, at hesi fólkini

kunnu fáa eina hjálpandi hond á jólum.

 

Fyrireikararnir settur seg í samband við størstu tónleikanøvnini í Føroyum, og skjótt varð ein spennandi og fjølbroytt skrá sett saman.

 

Atgongumerkini kosta 150 kr. og peningurin fer óskerdur til gávukort frá Klávus til "Í menniskjum góður tokki"

 

Skráin sær soleiðis út:

21.00 – Terji Rasmussen og Fríði Tanggard Bjørgvin

21.30 – Petur og Guðrun Háberg

22.00 – Signar í Homrum

22.30 – Eyðun Nolsøe

23.00 – MC Hár

23.40 – Gipsy Train

00.20 – Divaz

01.40 – Grandma’s Basement

02.20 – Mike

02.30 – DJ Martin Kjærbo