Tónleikarar í Havn fara nú at fáa minstuløn

Vónandi kann hetta eisini umfata tónleikarar úr øllum landinum, sigur formaðurin í Vinnunevndini í Tórshavnar Býráð

Nú skal ein skipan gerast, soleiðis at tónleikarar í Havn eru tryggjaðir eina minstuløn, hvørja ferð, teir spæla.

Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at tað hevur eydnast at finna nakað av pengum, sum kann fara í eina pulju til endamálið. Men av tí, a tað ikki er endaliga greitt, hvussu stór upphæddin verður, vil hann ikki meta um tað nú.

Men hann sigur, at tað er ein trupulleiki, at tá ið tónleikarar spæla á tiltøkum og á konsertum, eru tað ikki altíð, at teir eru tryggjaðir eina samsýning aftur fyri.

Hetta er kanska serliga galdandi fyri tónleikarar, sum nýliga eru farnir at spæla, og ikki eru so kendir.

Hetta verður sjálvsagt bara galdandi fyri Tónleikarar í Tórshavnar Kommunu, og tá ið alt er komið í rættlag, skal ein reglugerð gerast fyri, hvør skal hava rætt at søkja, og til hvat.

Men sjálvur hugsar hann sær, at tónleikarar skulu fáa trygd fyri eini inntøku upp á 1.200 - 1.700 krónur, hvør, hvørja ferð, teir spæla.

Hann sigur, at hann nú fer at taka málið upp politiskt, og við avvarðandi partar, eitt nú tónleikararnar sjálvar, fyri at vita, hvussu tey halda, at tað skal skipast.

Bogi Andreasen sigur, at hann ætlar sær eisini at fáa samband við Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum um at vera við í eini slíkari skipan við tí endamálið at seta eina upphædd av til tað á fíggjarlógini, soleiðis, at skipanin kann verða galdandi fyri alt landið.