Leygarkvøldið verður eitt heldur øðrvísi tónlistarligt kvøld á skránni í Klaksvík. Fleiri tónleikarar hittast til tað, ið vanliga verður kallað jamming.
Tað merkir, at tónleikararnir fara at skiftast um at spæla og syngja.
Club700 boðar frá, at Mikkal Hvannastein, Hans Andrias Jacobsen, Lindi Gardar, Robert Waagstein, Jóhan Nolsøe, Kenneth & Albin, Karstin Danielsen, Thorberg Johannesen og Noel & Birgir luttaka.