Stjórin fyri norsku útvarpsrásina P3, Håkon Moslet heldur, at Rybak fer at verða eitt størri navn, enn tað ið vanligt er fyri altjóða Grand Prix vinnarar. Moslet er vísur í, at lagið ?Fairytale? verður eitt stórt evropeiskt hitt, og at Rybak fer at verða kendur um allan heim.
-At vinna tí altjóða finaluna er søguliga sæð bæði gott og ringt. Men eg haldi, at Rybak er øðrvísi bygdur enn teir undanfarnu Grand Prix vinnararnir, sigur Moslet.
Ikki er vanligt, at Grand Prix vinnarar fáa eina langa og varandi karrieru eftir finaluna.
Men serfrøðingar innan økið halda, at hesin sigurin er eitt gott grundarlag fyri hansara karrieru framyvir.
Belgia, Danmark, Svøríki, Hellas, Írland og Spania eru ímillum londini, har vinnaralagið hjá Rybak er best umtókt á iTunes ? heimasíða, har til ber at keypa løg.
-Áðrenn finaluna var ?Fairytale? tikið niður umleið 70.000 ferðir í Noregi, so her tosa vit um ógvuliga høg tøl, sigur marknaðarleiðari í EMI í Norra, Erling Johannessen, ið hevur rættindini til fløguna hjá Alexander í Norra, Danmark, Finnlandi, umframt partvíst í Týsklandi og Eysturríki.
Rættindini til lagið ?Fairytale? er fyribils í hondunum hjá umboðsfelagnum hjá Rybak, Bpop.
Lagið kostar átta krónur at taka niður á iTunes, og av hesum fær Rybak umleið 30 prosent.
Tað, at hann sjálvur hevur skrivað orðini og gjørt lagið ger, at hann fær stóran part av inntøkunum í egnan lumma. Og upphæddirnar verða størri 2. Juni, tí tá kemur fløga hansara á gøtuna, har hann sjálválvur hevur skrivað helmingin av løgunum.
Les meira í Sosialinum í dag.