Tónleikur aftur at hoyra við Brúnna

Føroyskur tónleikur, hugni og undirhald verður aftur í hásæti á Oyrarbakka leygardagin 9. Juli, tá ið skipað verður fyri stóra uttandura tiltakinum við Brúnna á triðja sinni.


Nógvir føroyskir bólkar og einstaklingar fara at framføra á útipalli frá seinnapartinum til til út á náttina. Harumframt verður café-tjald við livandi tónleiki, dansur í Eydnuni og annað á skránni.


Málið er at skapa eina góða uppliving og eitt umhvørvi fyri ung sum eldri, har tónleikur og hugni er í fokus. Á økinum eru ymiskir básar, við undirhaldi o.t. har til ber at keypa sær ein bita og okkurt leskandi afturvið. Fyrireikararnir lova, at tey fyrstu tónleikanøvnini verða kunngjørd í næstum.