Tað er í kvøld klokkan 19.30, at alment kvøldsetutiltak verður í Leirvíkar Bátasavni. Tónleikarar eru Monika Stauss Joensen á violin, Birgitte Schnakenburg á flygil, og frásøgumaður verður Jógvan Elias Joensen, ið er óførur at siga frá.
Monika og Birgitte fara eitt nú at framføra ymiskt úr teirra CD - Klassiskar tónleikarperlur - sum tær báðar fyri tveimum árum síðan góvu út. Men tær fara eisini at framføra onnur løg, eitt nú av Brahms, Potstock, Gade og Henrigues.
Jógvan Elias Joensen fer ar greiða frá um Jólahald undir krígnum. Hetta var ein tíð, sum setti síni spor á føroyingar í hansara aldri.
Øll eru hjartaliga vælkomin til kvøldsetuna, har eisini verður drekkamunnur við sveisiskum heimabakstri, og CD'in kann keypast fyri serprís.
Atgongumerki á 80 krónur fást við dyrnar, men børn og næmingar hava fría atgongd, verður sagt úr Leirvík.