Nýggjársfyrireikingarnar eru í hæddini, eisinni í nýggjársbygdini, ið sigst bera av øllum, nevniliga í Vági.
Í kvøld verður møguleiki hjá vágbingum og nýggjársgestum at taka sær av løttum, tá Hjalmar og Dagfinn fara at spæla í Stóra Pakkhúsi. Pakkhúsið er karmur um nýggjársfyrireikingar, men í kvøld verður alt slíkt sett til viks og tónleikurin eigur løtuna frá klokkan 23 til 04. Aldursmarkið í Stóra Pakkhúsi í kvøld er 18 ár, siga fyririkararnir.