Eitt nýtt tónleikavirksemi hevur leigað seg inn í Føroyahúsið í Keypmannahavn. Talan er um føroyska plátufelagið Tutl, sum undir navninum TUTLtouring fer undir at víðka um útflutningsvirksemi sítt og tískil hevur latið upp skrivstovu í Føroyahúsinum í danska høvuðsstaðnum.
Í fýra ár hevur Tutl arbeitt miðvíst við einari útflutningsætlan. Síðani fyrsti tónleikabólkurin fór á konsertferð í gjøgnum TUTLtouring í 2008, hevur verið skipað fyri umleið 140 konsertum. Fleiri av bólkunum í TUTLtouring hava fingið license-sáttmálar við plátufeløg í Fraklandi og Týsklandi. Eitt nú hevur bólkurin ORKA útgivið teirra fyrstu fløgu í Fraklandi, umframt at Budam hevur fingið sáttmála við franska plátufelagið VOLVOX Music og hevur júst fingið eitt lag á uppsamlingsfløguna Twisted Cabaret.
Tað er Nice Advice, sum fer at umsita skrivstovuna í Føroyahúsinum, sum eisini verður karmur um sølu, goymslu og konsertir hjá føroyskum tónleikarum. Nice Advice ynskir somuleiðis at syrgja fyri, at umstøðurnar hjá føroyskum tónleikarum, sum ynskja at royna seg uttanlands, verða bøttar. Hetta skal, sambært tíðindaskrivi, millum annað gerast við at veita ráðgeving, keypa ein tourbuss, skaffa bíligt innivist og annað.
Í kvøld verður fyrsta almenna konsertin í Føroyahúsinum, sum Tutltouring og Nice Advise skipa fyri, tá Budam, The Reverends og Jensina spæla.