Tónleikurin og skúlin í menning

:)

Í hesum tíðum verður nógv tosað um, hvussu vit fáa ment okkum sum tjóð, og sum heild verður nógv tosað um menning í okkara landi. Bæði politiskt, ítróttarliga, tónlistarliga, mentunarliga o.s.fr.

Eitt er heilt víst, og tað er, at bæði tónlistarliga og mentunarliga eru vit í framgongd. Hóast tað í hesum døgum ikki er nógv skil á fólkaskúlanum vegna verkfall, so er skúlin, sum kemur undir tað mentunarliga, heilt víst í menning. Nýtt tilfar og nýggj tiltøk eru í hópatali at síggja í skúlunum, og er hetta at frøast yvir. Evnisvikur, stórar sjálvstøðugar uppgávur, starvsvenjingar o.s.fr. er nakað av tí, sum er komið meir og meir til sjóndar í teimum nýggju tíðunum.

Handilsskúlin í Havn skipar fyri einum tiltaki, sum er ógvuliga áhugavert og øðrvísi. Hetta tiltak gevur næmingunum møguleika at stovna og røkja egið virki. Fleiri næmingar hava kappast um at havt besta virkið og framleitt bestu vøru, og ein vinnari er eisini funnin, sum skal til Danmarkar at royna seg ímóti øðrum líknandi virkjum. Fýra dreingir manna tað virkið, sum gjørdist vinnari í Føroyum. Hetta er eitt sera gott dømi um, at skúlin er í menning, tí fyri nøkrum árum síðani høvdu føroyskir næmingar ikki møguleikan at royna slíkt. Í dag hava vit havt eitt prát við teir, sum vóru í vinnandi virkinum, og spurgt teir, hvat hetta er fyri nakað, hvussu teimum dámar, hví teir skulu til Danmarkar, o.s.fr.

Sum nevnt er tónleikurin eisini í menning, og tað vantar lítið á, at onkur ungur evnaríkur føroyingur fær sítt gjøgnumbrot í útlandinum. Fleiri føroyskir einstaklingar hava serstøk tónlistarlig evnir, og sama kann sigast um tónleikabólkar.

Leygarkvøldið verður í høllini á Kambsdali møguleiki at hoyra nakrar av okkara ungu tónleikarum, sum mong halda kunnu koma sera langt á tónlistarliga økinum, og enttá fáa gjøgnumbrot í útlandinum.

Tað er ungi sangfuglur okkara Arnfríð Lutzen, teir ungu evnaríku tónleikararnir úr bólkinum Flux, sum jú tók øll á bóli í Prix Føroyar kappingini 99, og evnaríki klaksvíksbólkurin Aria, sum skulu framføra og hava eina konsert leygarkvøldið á Kambsdali. Vit hava í dagsins Yngd skriva um tiltakið leygarkvøldið, og hugt nærri at teimum sum vera at hoyra í stóru konsertini á høllini á Kambsdali.