Tønnis er havnarmaður og HB-ari. Hann er føddur 9. apríl 1949, sum nummar seks av teimum átta synunum hjá Bodil, f. Egholm, og Johannis Wardum, bæði úr Havn.
Sum 14 ára gamal fór hann við farmaskipinum Bliki hjá Skipafelagnum, lagnutúrin, tá skipið sakk undan teimum 24. juli 1963.
Tønnis arbeiddi í S.H. Jacobsens Radiohandli í Havn frá 1965-69. Frá 1969-71 tók realprógv í Tølløse í Danmark, og frá 1972-73 var hann í donsku lívgarduni.
1. september 1973 slapp hann inn sum politistanæmingur á danska politiskúlanum. Síðan 1977 hevur hann verið politistur í Havn. Tønnis eigur trý børn: Dion 28 ár, Borghild 22 ár og Loui 19 ár, sum øll búgva í Norra.