Fyrsta fløguútgávan hjá bólkinum T.O.S. , stytting fyri Tollarar og Syndarar, er á gáttini. Heitið á fløguni er: Til tann, ið oyru hevur! 10 sangir eru á nýggju fløguni hjá T.O.S., sum kemur út komandi leygardag í sambandi við, at bólkurin fer at framføra á Summarfestivalinum í Klaksvík í nøkrum, sum væl kann kallast eitt slag av útgávukonsert.
Alt tilfarið á fløguni er nýtt, heimagjørt og føroyskt. Tað er Bárður á Lakjuni, ið hevur gjørt bæði orð og lag til sangirnar á fløguni - við undantaki av tveimum sálmatekstum, ið hava fingið nýtt lag. Saman hevur bólkurin so myndað tónleikin - ljóð og huglag.
Bólkurin, T.O.S., er mannaður við fimm tónleikarum: Bárður á Lakjuni (sang, kassaguitar, melodika, klokuspæl o.a.) ; Eiler Hansen (el-guitar, mandolin o.a.) ; Jan Nónklett (harmonika, keyboard, orgul, moog o.a.) ; Jógvan Símun Sevdal (trummur, percussion o.a.) ; John Eliasen (el-bass, kontrabass, moog o.a.). Øll manningin er innan úr Eysturoynni.
À fløguni syngur tann íslendska Sólrun Ásta Haraldsdóttir kór til fleiri sangir á fløguni, umframt at Ólavur Jákupsson eisini syngur kór á tveimum sangum.
Tað er Jens L. Thomsen, ið hevur produserað fløguna - T.O.S. og Ólavur Jákupsson hava co-producað. Upptøkurnar eru í høvuðsheitum gjørdar í Sólarmagn á Velbastað og á Støkumørk (studio hjá Jens) Innan Glyvur. Nikolaj Vinten mastraði í Medley Studios í Danmark.