Tá Pál Weihe ropesvingaði

At ropesvinga er eitt hugtak, sum tey, sum hava við Ítróttaháskúlan í Suðuroynni, kenna. Hetta snýr seg um at binda seg í, og so lata seg detta. Eitt fall í leysum lofti.

Suðurrás veit at siga, at leygardagin gjørd lækanin Pál Weihe hetta bragd í Marghøllini í Vági.

Suðurrás skrivar:

Leygardagin var rættilig innrás av læknum í Vági, tá læknar í Føroyum vitjaðu Vág í samband við ein dag, sum Outdoor Faroe Islands fyriskipaði.

Dagurin hevði nógv at at bjóða, men serligasta løtan var helst, tá sjálvur Pál Weihe ropesvingaði. Pál Weihe er nú tann elsti, sum hevur tikið av hesi avbjóðing.

Á hreimasíðuni hjá sudurras.fo sæst sjónband av bragdinum.