Tápuligt

Heðin Askham metti reyða kortið hjá Hanus Thorleifssyni vera tápuligt og sera óneyðugt.

- Ja, tað er torført at góðtaka slíkt. Nú mugu vit verða hann fyri uttan í finaluni um løgmanssteypið eisini, staðfestir Askham.

Venjarin hjá B36 frøddist sjálvsagt um sigurin.

- Tað er gleðiligt at síggja úrslitið frá venjingunum aftur á vøllinum. Nú fara vit at fyrireika okkum til steypafinalu, sigur Heðin Askham, høvuðsvenjari hjá B36.