Tær 42 ruku beinanvegin

Seinastu árini hevur felagið VIST09 bygt fleiri íbúðir í Runavík. Og tað vísir seg at tørvurin á hesum slagi av íbúðum er stórur fyri fólk í øllum aldrum.

Tað eru sjálvandi nógvar orsøkir til at fólk velja at ogna sær eina slíka íbúð.

Ein felagsnevnari er í øllum førum, at íbúðirnar hava hóskandi stødd og ein hóskandi prís, og at tær liggja soleiðis fyri at útsýnið er ótrúliga gott.

Ein onnur heilt avgerandi orsøk er hon, at tær verða lætnar lyklaklárar – tað er: at allar hvítvørur og slíkt fylgir við í prísinum, sum fer upp í 1,4 milliónir krónur.

- Tað eru sjálvandi fleiri tilkomin og eldri fólk, sum hava keypt íbúðir frá okkum. Men tað eru eisini ungar familjur sum velja hesa loysnina, tí at tað er skilagott at gera íløgu í fasta ogn og at fáa sítt egna heim, umframt at tað møguliga er lættari at fáa fígging til eina íbúð, vísir Andreas Andreasen frá VIST09 á.

Hóast 42 tær fyrstu íbúðirnar longu nú eru seldar, er framvegis tørvur á fleiri slíkum íbúðum.

Ætlanin er at halda fram á somu leið við at gera uppaftur fleiri íbúðir. Men sum skilst verður tað ikki her í Runavík, men í aðrari kommunu í Eysturoynni.

Mynd: Íbúðirnar í Runavík hava rakt ein tørv. VIST09 ætlar at byggja fleiri slíkar, men tað verður onkra aðrastaðni í Eysturoynni