Týr er í studio

Mándagin fór Týr í donsk upptøkuhøli, har teir fara at taka tveir sangir upp til eina stakfløgu, sum væntandi kemur út síðst í oktober mánaði

Tað verður í Happey Alley Studio, at Týr fer at brúka næstu dagarnar.
Har fer føroyski bólkurin at taka tveir sangir upp, og tað verður navnframi Jens Rud, sum hevur ábyrgdina av tøknini og framleiðsluni.
Annar sangurin, ið Týr fer at taka upp, er Ólavur Riddararós, sum Týr hevur spælt nógv á konsertum. Hin kallast Stýrisvølurin, og tað er ein sangur, sum Heri Joensen lutvíst hevur gjørt, men sum eisini verður grundaður á gomul føroysk vísuløg.
Týr vónar, at stakfløgan kann vera klár at fáa í sølubúðirnar síðst í oktober mánaði. Í sambandi við hesa útgávuna skal Týr millum annað til Íslands at spæla og føra seg fram. Tað verður síðst í november.