Tær eru kveiktar av Poul F og føroysku náttúruni

Nú klokkan 16 seinnapartin í dag, lata tær báðar listakvinnurnar, Helle Bang og Birgit Kirke listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík.

 

Framsýningin er opin til 27. Oktober og hevur heitið, Á kundi á tíðarhavi.

 

Tær báðar siga, at tær eru kveiktar av føroysku náttúruni, og av kendu yrkingini hjá Poul F, har tær avmyndað tað, tey uppliva í náttúruni og tað, tær fáa burturúr yrkingini.

 

– Hetta at steðga á, at sansa løtuna, at geva sær stundir, at kasta akker, at fanga løtuna, eygnabragdið, tað er tað vit royna at endurgeva í myndunum í abstraktum formi, siga tær báðar Birgit Kirke og Helle Bang.

 

Tær báðar hava haft fleiri felags framsýningar m.a. í Danmark, Grønlandi og seinast tær høvdu felags framsýning í Føroyum var í 2012.

 

Hanus G. Johansen, sum hevur sett løg til fleiri av yrkingunum hjá Pól F og nú framsýningin letur upp, fer hann at syngja nakrar sangir hjá Poul F. Harafturat fer Róland í Skorini at halda eina stutta  setanarrøðu.