Tær eru treiskar umborð á Jarnbardi á veg í hálvfinaluna

6-mannafør kvinnur: Tær umborð á Gongurólvi vóru uppsettar og tjóvstartaðu, men hóast tær bjóðaðu av, so megnaðu tær ikki at fáa fatur á knørrakvinnum

Høvuðsstaðurin er eina ráðandi í kvinnukappingini. Tað varð enn eina ferð sligið fast á jóansøku, tá bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag og Argja Róðrarfelag vóru næstir bátinum hjá Róðrarfelagnum Knørri.

Tað var sjón fyri søgn, at tær umborð á Gongurólvi hesa ferð so ógvuliga fegnar vildu basa grannunum umborð á Jarnbardi. Gongurólvur leyp avstað, tá dómarin hevði rópt klárar, og so var gula kortið á lofti.

Tá tað eydnaðist at fáa bátarnar avstað, soleiðis sum tað eigur at verða gjørt, hevði Jarnbardur besta startin. Riddarin úr Miðvági hekk uppi í eina løtu, men so orkaðu tær ikki at fylgja við, og tá hálvt málið var rógvið, var munurin frá Jarnbardi og aftur til hinar bátarnar ein lítil bátslongd. Men so gjørdu tær umborð á Gongurólvi eina orduliga roynd fyri at vinna fremsta plássið. Tað sá út til, at møguleiki var fyri, at tað skuldi eydnast, men tær á Jarnbardi vóru treiskar, svaraðu aftur, og tá bátarnir komu inn móti málinum, var Jarnbardur leysur av hinum bátunum.

Tær umborð á Gongurólvi fóru eitt sindur niður í ferð, tá tað ikki eydnaðist teimum at taka fyrsta plássið, og á málinum var um reppið, at tær umborð á Lómi tóku næstfremsta plássið. Á málinum var fjarstøðan millum Gongurólv og Lóm bara 0,05 sekund.

Jarnbardur hevur vunnið allar róðrarnar, sum hava verið higartil, og tað er ilt at ímynda sær, at nakar skal skala tær í FM kappingini.