Myndugleikarnir í Sudan hava tikið 15 fólk, sum eru skuldsett fyri ágang ímóti sivilfólkinum í landspartinum Darfur.
Hetta er fyrstu ferð, at sudansku myndugleikarnir hava tikið fólk, tí tey hava verið uppi í áganginum í Darfur. Sambært einum talsmanni hjá stjórnini eru tey 15 úr herinum, løgregluni og fregnartænastuni, og tey eru skuldsett fyri harðskap, neyðtøku, morð og eldáseting. Frakland hevur kravt, at tey, sum verða tikin í sambandi við ágangin í Darfur, skulu fyri altjóða krígsbrotsmannadómstólin í Haag, men tí hevur Sudan sýtt fyri higartil. Stjórnin har heldur uppá, at tað sudanska rættarverkið er ført fyri at taka sær av slíkum málum.
Ágangurin í Darfur byrjaði fyri tveimum árum síðani, men altjóða samfelagið hevur gjørt lítið fyri at steðga honum. ST hevur lagt sudansku stjórnina undir at stuðla vápnaðum bólkum, sum gera seg inn á sivilfólkið, og USA og onnur lond hava hótt Sudan við tiltøkum, heldur ágangurin ikki uppat.