Tær fyrstu um Malju

Fyrstu tvær væl umtóktu bøkurnar um Malju eru nú komnar

 

ÚTGÁVUR

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út tvær smábarnabøkur, sum Lucy Cousins hevur skrivað og teknað. Tær eru Malju dámar væl at spæla og Fyrstu klaffabókina hjá Malju. Niels Jákup Thomsen hevur týtt báðar.

Fyrsta klaffabókin hjá Malju er stór, litføgur klaffabók við 36 klaffum. Hyggur tú væl at myndunum og letur klaffarnar upp, lærir tú ymiskt saman við Malju, t.d. um litir, at telja upp í fimm, um skap og um mótsetningar. Bókin er 12 bls. í litum, prentað á haldgott papp og kostar kr. 90.

Malju dámar at spæla er lítil, sniðskorin bók um Malju, sum spælir ymiskt. Hon er ætlað teimum smæstu. Bókin er 16 bls. í litum, prentaðar á haldgott papp. Hon kostar kr. 40.

Hesar bøkurnar um Malju eru bara tær fyrstu í einum rættiligum Malju-roki í heyst til tey minstu. Malja hevur verið at sæð á okkara leiðum á donskum, men nú koma fýra nýggjar søgur á føroyskum. Umframt tær tvær, sum eru umrøddar, fara tvær aðrar at koma út seinni, Malju dámar at koyra og so Á garðinum hjá Malju - ein bók at seta upp og spæla við. Bókadeildin væntar, at børn og vaksin fara at taka væl ímóti Malju.

Lucy Cousins er í dag ein tann kendasti barnabókahøvundurin og teknarin í Onglandi. Við at knýta saman humor, hugflog og einfaldar gerandistilburðir og endurgeva tað í føgrum litum, hevur eydnast henni at koma á tal við børn um allan heimin. Hon hevur teknað og skrivað nógvar smábarnabøkur, men tær kendastu eru bøkurnar um Maisy, á føroyskum Malja. Í dag er Malja vorðin SV-stjørna, og bøkurnar um hana koma úr í fleiri og tjúgu londum.