Tað eru longu nakrir dagarnir síðan, at tey fyrstu lombini í ár komu undan. Ærnar, sum lemba so tíðliga, eru gjarna heimaær, sum eru brundaðar lutfalsliga tíðliga. Herfyri sást eisini ein ær í onkrum av miðlunum, sum hevði lembt trý lomb.
Á vári í 2010 var stórt forvitni um eina heimaær á Glyvrum, sum lembdi ikki færri enn sjey lomb, harav tvey vóru deyðfødd, men fullborin. Tá undirritaði vitjaði garðin á Glyvrum og tók viðheftu myndir, vóru fýra lomb á lívi.
Maðurin, sum átti ær og lomb, var Símun Pauli Jacobsen, og tá sjaldsama hendingin fór fram, royndi hann at googla fyri at vita, um hann kundi finna onkra ær í útlandinum, sum hevði lembt eins nógv lomb og ærin hjá honum. Hann fann tá eina ær í Bretlandi, sum hevði lembt seks lomb.
Tí, er spurningurin um svarta ærin á Glyvrum í endanum av mars í 2010, sum einki lamb hevði árið fyri, setti heimsmet. Í øllum førum var hendingin við ærini og hesum sjey lombunum rættiliga sjaldsom.
Onkur, sum visti um hendingina á Glyvrum, helt fyri, at brundurin Undan Egg í Elduvík, sum hevði gingið saman við ærini í brundstíðini, mundi hava verið rættiliga grammur.
– Ærin, sum er nøkur ára gomul, hevur í fleiri ár havt tvey lomb, men í fjør kom einki undan. Vit høvdu tvær ær og ein brund hjá okkum sjálvum, men brundurin hevur neyvan gjørt nógv til nyttu, tí hvørgin ærin lembdi, segði Símun Pauli Jacobsen.